- Fyrsta inntrykk er, at hetta ljóðar gott, men so fór mann niður í uppskotið og tað vísti seg, at langtíðarloyvir ikki eru verulig langtíðarloyvir, men spakuliga verður tað reinsa út, sigur Jørgen Niclasen.
Jørgen Niclasen sigur, at dulda dagsskráin hjá samgonguni er, at við tíðini skifta skipanina út við eini nýggjari, har alt verður lutað út um uppboð.
Hann heldur tó, at ætlanin við øktari virðisøking og at fáa alt til lands sær gott út.
- Tað hava vit eisini við í okkara uppskoti, sigur Jørgen Niclasen.
Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen við at trýsta á pílin undir myndini.