Sunnudagin 9. januar 2000, skipaði Føroya Symfoniorkestur enn einaferð fyri nýggjárskonsert í Norðurlandahúsinum. Konsertin er skipað í samstarvi við Norðurlandahúsið og Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya.
Nýggjárskonsertin tykist vera árlig hending, ið er komin fyri at verða, og tað er at fegnast um.
Martin Mourtisen stjórnar orkstrinum og Bjarni Restorff hevur verið kórvenjari hjá Nýggjárskórinum.
Løgmaður stjórnar
At siga, at Anfinn Kalsberg ikki er vanur at stjórna, er kanska at taka munnin av fullan, men neyvan hevur løgmaður áður stjórnað einum symfoniorkestri. Sum eina sera áhugaverda og skemtiliga byrjan, so stjórnaði løgmaður Føroya Symfoniorkestri tey fyrstu sekundini, tá eitt brot úr Radetzky March ljómaði Hann kom væl frá uppgávuni.
Eftir hetta segði løgmaður nøkur orð. Hann takkaði teimum, ið hava tikið stig til tiltakið og sum hava hildið á hesi árini. Eisini fegnaðist hann um, at so mong ungfólk teljast millum tónleikararnar.
Hartil er at siga, at hesaferð vóru ikki so nógvir útlendskir tónleikarar við, sum onkutíð fyrr. Tey ungu, ið leiktu við, taldu 1/3 av tónleikarunum og er tað gleðiligt, at arbeiðið, sum verður gjørt í Musikskúlanum, nú byrjar at hómast og bera ávøkst. Hesi ungu eru uppæld í Musikskúlanum og vinna sær virðismiklar royndir til tílíkar konsertir.
Vert er í hesum sambandi at hava í huga, at fleiri teirra hava vunnið heiðurstekin, tá tey hava umboðað Føroyar í altjóða tónleikakappingum.
Sirpur og solistar
Fyrst á skránni var Tjóðsangurin. Vakurt ljómaði ?Tú alfagra land mítt? hjá Símun av Skarði og Petur Alberg.
Síðani fór orkestrið undir eina ouverturu. Ein Morgen, ein Mittag und ein Abend eftir Frans von Suppé. Solistur á cello var Søren Møhl, sum í mong ár hevur leikað við Symfoniorkestrinum í Aalborg.
Síðani var Jógvan Waagstein á skránni og vakra yrkingin hjá Christian Matras, Dimmið. Eisini nevnd Nú nemur náttin við smærur.
Síðani kom eitt av hæddarpunktunum á konsertini. Zigeunerweisen hjá Pablo Sarasate. Orkestur og fiól.
Solistur á fiól var Nikolaus Kapnas og hann hugtók. Meistarliga fuku fingrar hansara aftur og fram á lítla og viðkvæma fiólarminum. Leikandi lætt tóktist, tá fingrarnir við miklari ferð runnu frá teim djúpu tónunum og heilt upp, har hægstu tónarnir kitlaðu. Ein frægd. Kapnas kom væl frá torføru uppgávuni. Hann fekk blómutyssi og tað hevði hann uppiborið.
Síðani slapp kórið aftur framat. Brot úr sirpu við løgum hjá Knút Olsen var á skránni. Løg hansara eru væl kend millum manna. Á skránni vóru Mær leingist og Kom friður.
Eftir hetta ljómaðu tónarnir úr Carmen, suitu nummar 1 eftir Bizet.
Eingin nýggjárskonsert uttan Franz Léhar. Berghild Poulsen var sopran solistur og sang Vilja Lied. Eisini hon hevði uppiborið blómutyssið, ið hon fekk, eftir flott avrik.
Næstur var Gold und Silber valsur hjá Léhar og eftir tað var aftur føroyskt á skránni. Hetta var brot úr suitu, sum Svend S. Sholtz gjørdi úr løgum hjá H. J. Højgaard. Løgini vóru Hon stóð har, Ein dreymur og Eg oyggjar veit.
Kom og dansa og Sandpappír Balettin
Eingin nýggjárskonsert uttan Léhar. Hetta er víst, tí lagið til Kom og dansa er úr Kátu Einkjuni hjá Franz Léhar. Kristin í Geil setti føroysk orð til farna aldarskiftið - fyri 100 árum síðani.
Men enn er sangurin fólkaogn og fastur táttur sum felagssangur til nýggjarárskonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri og fólksliga hæddarpunktið.
Men skráin skuldi gerast enn lættari. Skemtilig og óvæntað.
Tónleikarar hava amboð. Ljóðføri. Tað viðganga tey flestu. Men hinvegin. At keypa amboðini frá Valdemar Lützen í Vágsbotni - tað er óivað at fara ov langt.
Men tað gjørdu konsertfyrireikararnir. Nýtast skuldu nevniliga fínt, miðal og grovt sandpappír, tá Sandpappír Balettin hjá Leroy Anderson kom fyri.
Eitt sera skemtiligt innslag, har serliga enski timburmaðurin, ið segði hey við mammu sína í sjónbarpinum, var framúr. Eisini leikurin, orðadrátturin, millum hann og Martin Mouritsen, ið steðgaði orkestrinum, var óføra skemtiligur. Og eisini komu tónleikarar, strúkarar og pussarar, sera væl frá Sandpappír Balettini.
Slaviskur dansur nummar 8, opus 46 hjá Dvorak, hevur rætta huglagið, ið leiðir okkum eystureftir. Eyðkendir og heldur sorgblíðir tónar.
Og so kom hann og so er nýggjárið veruliga hildið og farið afturum bak. Radetzky marsjurin hjá Strauss eldra. Lívligur og lívsjáttandi. Hann hoyrir nýggjárinum til. Og at enda fingu vit hann í fullari longd.
Áhoyrararnir fagnaðu orkestrinu og kórinum og tað var uppiborið. Fagurt ljómaði. Bæði hjá orkestri, kóri og solistum. Káta lagið var við, eins og Káta Einkjan. Radezky marsjurin setti punktum og so var ár 2000 endaliga staðfest. Uttan trupulleikar.