Ljóðgrein á Rás 2: Ferðavinnan velur Suðuroynna frá

Henrik Old vónar, at við at lækka prísin hjá bussum við Smyrli, fara fleiri ferðafólk at vitja Suðuroynna.

Strandferðslan hevur í dag lækkað ferðaseðlaprísin hjá bussum, sum fara við Smyrli. Endamálið er at fáa fleiri stórar bussar til Suðuroyar, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

- Tað koma eingir bussar suðureftir, tí tað er so dýrt at fáa bussarnar við, umframt at tað skal gjaldast fyri ferðafólkini. Tá gerst tað ein rættiliga stór útreiðsla í mun til minnu fergurnar og tunlarnar, sigur hann við Rás 2.

 

Ferðavinnan í Suðuroy hevur í fleiri ár gjørt vart við, at prísurin hjá bussum at koma til Suðuroyar er so høgur, at ferðavinnan velur Suðuroynna frá.

- Hetta er ikki nokk, men lat okkum byrja við at javnstilla prísin millum minnu fergurnar og Smyril. Skal tú velja, skal tað ikki vera prísurin, sum avger, um tú velur Sam, Teistan, Ternuna ella Smyril, sigur Henrik Old.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna á Rás 2.