Ljómur av røddum

Endin á sangskeiðinum hesa ferð var ein sannur rómur av røddum, sum stórliga lovaðu Gudi. At sangskeiðið er komið fyri at vera, er ein staðfesting, sum ferð aftaná ferð hevur víst seg. Hetta seinasta sangskeiðið hevur ivaleyst verið eitt tað frægasta, bæði hvat luttøku, sangúrvali, røddum og framførslu viðvíkur. At eitt kór við so blandaðum røddum kann ljóða so væl sum tað gjørdi hetta leygarkvøldið uppi í Norðurlandahúsinum, er bara at fegnast um. Føroyska Heimamissonin hevur nakað at vera stolt av, sigur Victor Carlsen í hesum ummælinum

Orð: Victor Carlsen

Myndir: Jens Kristian Vang


Fyri 20. ferð hevur Heimamissiónin ú Føroyum skipað fyri sangskeiði. Hesi sangskeiðini byrjaðu í 1987 og hava nærum á hvørjum ári verið hildin - fyri tað mesta við útlendskum sangleiðarum. Í ár var tað so fallið norðmanninum Kjell Valle í lut at venja stóra kórið, men børnini sluppu eisini í part við teirra kóri, og hesum tók Sigrun Mikkelsen sær av.


Barnakórið

Konsertin byrjaði við at børnini, sum vóru 70 í tali, sungu 6 ymsar sangir, enntá skiftandi við ymsum forsangarum, og stuttligt var at hoyra vøkru barnarøddirnar syngja við góðum, skipaðum undirspæli til. Sum kunnugt, er tað ikki altíð so lætt at fáa barnarøddir at ljóða væl, tí her skal eisini eitt ávíst tol og hegni til, men hesi uppgávu kom Sigrun Mikkelsen sera væl frá, tí heilt niður í smáu lutirnar hevði hon børnini í síni hond og leiddi alla framførsluna. Eg havi ikki hoyrt hesar sangir sungnar fyrr, uttan tann síðsta, ið eg kenni frá norskum uppruna, skrivaður av Jan Honningdal, og hesa ferð umsettur til føroyskt, ørðvísi enn eg eri vanur at hoyra hann. Beinta, Eyð, Ása, Joen, Alice, Vivian og Tórfríð komu tey øll væl frá teirra soloparti - reint og vakurt sungið.

Tónleikararnir komu eisini sera væl frá teirra uppgávu við skipaðum, presisum undirspæli, uttan eina einastu larmandi takt áðrenn sangurin byrjaði, enntá við røttum duri og rættari rytmu. Hetta hevur nógv at siga til eina slíka framførslu sum hesa, tí einki er so irrriterandi sum at hoyra tey framførandi stemma og venja áðrenn framførsluna. Alla tøkk skulu tit eiga fyri tað.


Felagskórið

Hesa ferð varð kórið samansett av 170 sangarum, bæði ungum og gomlum. At hesi hava havt nógv at gera hesar seinastu dagarnar, er lítið at ivast í, tí tað prógvaði framførslan so dyggiliga. Á konsertini framførdi kórið 16 ymiskar sangir - hvør betur enn annar. Eftirsum hetta var ein 20 ára jubileumskonsert, hevði tónleikanevndin valt at taka nakað av tú gamla tilfarinum við, og var hetta sera stuttligt at hoyra. Sangir sum ?Takk, at tú bart mína byrðu?, ?Harrin er mín hirði?, og so ikki minst fyri mítt oyra at hoyra, tann vælkenda sangin hjá Arnold Børud: ?Harri Jesus, send tú meg?. Hesin var jú fyrstu ferð at hoyra við føroyskum teksti á plátuni hjá Myrnu, Mirjam og Sofus, við umsetingini hjá Hanusi Hansen úr Fuglafirði. Gott at tað ikki hevur verið neyðugt við nýggjari umseting her. ?29. Sálmur Dávids? var eisini fangandi at hoyra, og her kendist eg við lagið hjá Pelle Karlsson: ?Given åt Härren, ära och makt?. Sera væl sungið við røttu sannføringini, sum hesin sangur krevur. Ein sangur, sum eg ikki havi hoyrt fyrr og rættuliga fangaði meg var: ?Vit vilja fegnast um lívið?. Eitt sera melidiøst og gott lag, sum væl er vert at vera spælt og sungið meir.


Rættuligt lív í

Eftirsum kóleiðarin sjálvandi hevði sítt egna tilfar við í skjáttuni til Føroya, var eisini nakað her at hoyra. Sangir sum: ?Take me?, ?Put all Your trust?, ?Kyrie Elaison?, ?If the Lord?, ?He´ll take the pain away? og so ikki minst sjálvur endasangurin ?Magnify the Lord?, settu rættuligt lív í. Eg má siga sum er, at eg havi hoyrt nógvan góðan andaligan kórtónleik gjøgnum árini, men her var nakað fyri mín kræsna góma at hoyra. Kórið sang, sum um tað einki annað hevði gjørt í fleiri ár. Alt gekk uppá stás, og eg kendi røttu sannføringina, áhugan og innlitið, at alt var sum tað skuldi. Hvør sangari gjørdi sín part og spardi seg ikki.

Eg má siga sum er, at eg hevði ikki væntað at sæð og uppliva nakað av tí eg upplivdi hetta kvøldið. Eg havi sjáldan - sum Hvístusunnuvinur - hoyrt so nógv Hallelujaróp, klappandi hendur, veiggjandi hendur og kroppar, gleðisútróp, trampan, ja enntá fimleik á høgum støði, sum hetta leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum. Heimkomin hugsaði eg, at kanska Hvítusunnuvinir munnu vera sovnaðir, tí tað hevur jú altíð verið alment kent, at tað er so lívligt, har sum Hvítusunnuvinir eru, men tankin kom til mín aftaná, nei- Heimamissiónsvinirnir munnu vera vaknaðir! Vaknaðir, sigur tú? - Ja, tað er kanska við at koma eldur í, hvør veit? Gleðiligt, og eg síggi fram til at hoyra mangt slíkt framyvir.


Eingir nótar

Tað varð longu fráboðað frammanundan, at kórleiðarin vildi helst at sangararnir ikki fingu nótabløð útflýggjað, tí alt tilfarið skuldi lærast uttanat. Hetta gjørdi sítt til tað væleydnaða úrslitið. Andlitini vóru alla tíðina frameftirvend, smílandi og konsentrerað. Frá nú av kann eg hugsa mær, at nótarnir verða lagdir á hillina, og er hetta eitt frálíkt prógv um at tað letur seg væl gera. Gott tit!


Samanumtikið

?May His peace be with You? var síðsta lagið á konsertini, og var hetta eitt sera gott lag at enda við, men tað vísti seg at vera trupult at enda, tí lurtarafjøldin vildi bara hava meir, so at enntá tvey eykaløg vóru spæld til síðst, og síðsta saltomortalan var eisini lopin av norðmanninum.

Eg kann bara geva tykkum øllum sum luttóku á jubileumskonsertini mítt besta viðmæli, og eg má siga sum er, at føroyska Heimamissiónin hevur ein musikkkapasitet størri enn tann vanliga, bæði tá tað viðvíkur tónleikarum og sangarum. At Sangskeiðini, sum nú hava 20 ár á baki hava gjørt sítt til hetta góða úrslitið, er ein veruleiki. Vónandi kemur hetta, sum tit her hava lært tykkum tilgóðar í tykkara lokalu samkomuhúsum framyvir og steðgið ikki á!

Vit eru á veg inn í eina nýggja øld, ja, enntá eitt nýtt túsundáraskeið, og sigast má at hetta sangskeiðið var eitt verdugt punktum fyri hesa øldina, vit nú um nakrar dagar skulu leggja afturum okkum. Síggið tit fram við góðum huga til komandi sangskeið - og sjálvur bíði eg við spenningi til næstu ferð. Eg gleði meg at sleppa at hoyra tykkum aftur, um Gud vil og eg livi.