Kári P. Højgaard, Magnus Rasmussen og Bill Justinussen hava lagt eitt uppskot fyri Løgtingið, um at leggja fleiri almennar stovnar úti um í økjunum. Tað vil siga, at teir skulu flytast úr Havn.
Bill Justinussen sigur í samrøður við Rás2, landið er somikið væl samanbundið, at tað kann verða ein fyrimunur fyri samlaða samfelagið, um hugsa verður av nýggjum hvar almennir stovnar liggja.
- Almennir stovnar krevja vælútbúgvin fólk, sum ofta fáa góða løn. Tí verða tey eitt umráðandi tilfeingi fyri tey støð, har almennir stovnar koma at liggja, sigur Bill Justinusse.
Hoyr samrøðu við Bill Justinussen við at trýsta á pílin undir myndini.