Ljótur málmansbúni skal ræða mótstøðuliðini

Málmansvenjarin hjá Wycombe Wanderers, ið spæla í fjórðbestu deildini í Onglandi er komin við einum alternativum hugskoti

Scott Brown, sum er fyrsti málverji hjá League Two felagnum, Wycombe Wanderers skal í heimadystum og í útidystum leggja krop til ein tann mest sjáldsama málmansbúnan, sum er sæddur í enskum fótbólti.

 

Dømini um hvussu málmansbúnin fer at síggja út sæst á myndini omanfyri. 

 

Tann, sum er komin við alternativa hugskotinum um hesar sjáldsomu málmansbúnarnar, sum skulu ræða spælararnar hjá mótstøðuliðunum hjá Wycombe Wanderers er málmansvenjarin hjá Wycombe Wanderers, Barry Richardson.

 

Barry Richardson sigur við heimasíðuna hjá Wycombe Wanderers, at ein lýsandi, litskríggjandi, neonlitaður málmansbúni fær ein málmann at virka nógv størri enn hann í veruleikanum er, og tí hevur hann stríðst fyri at fáa leiðsluni í Wycombe Wanderers og málverjarnir at taka undir við hesum serliga átakinum.

 

Fyrsti málverjin, Scott Brown sigur við heimasíðuna hjá Wycombe Wanderers: - Eg má viðganga, at eg mátti hyggja tvær ferðir, tá Barry Richardson vísti mær sniðini. Hesir málmansbúnarnir víkja nógv frá teimum, sum eg havi brúkt áður. Men nú kenni eg betur í hesum búnanum, og eg síggi fram til at brúka hesar málmansbúnarnar í tí komandi kappingarárinum, sjálvt um eg fáa nakrar hánisligar viðmerkingar frá fjepparunum hjá mótstøðuliðunum, sum standa aftanfyri málið hjá mær, sigur Scott Brown.