Ljótur endabrestur í (B)estmanna

Hondbóltur, menn: Tað var ein rættiliga ljótur dystur í Vestmanna leygardagin, tá ið føroyameistarnir úr VÍF og steypavinnararnir úr H71 settu punktum fyri kappingarárið 1997/98

Tað var lagt upp til ein góðan enda á kappingarárið 1997/98, tá ið VÍF og H71 hittust í høllini í Vestmanna leygardagin. Undan dystinum handaði liðskiparin hjá hoyvíkingum blómutyssi til liðskiparan hjá vestmenningum, og áskoðarafjøldin var stór og livandi, so at nú var bert upp til leikarnar at enda kappingina við ein góðum dysti. Men so var ikki!


Byrjaði harðliga

Dysturin byrjaði við sera hørðum spæli frá báðum síðum, og longu í øðrum minutti kom fyrsta útvísingin. Vestmenningar fingu annars eina góða byrjan, og í fyrra hálvleiki høvdu teir alla tíðina trygga leiðslu. Eitt skifti vóru teir á odda 6-1 og seinni 11-4. Hoyvíkingar tóku tó nakað inn aftur áðrenn hálvleik, einamest av tí at Jens Skipagøta kom í málið og stóð ein branddyst, so at hálvleikstøðan var 15-10 til vestmenningar. Í seinna hálvleiki fingu hoyvíkingar eina góða byrjan, og tá ið 9 minuttir vóru

leiktir av seinna hálvleiki var støðan 17-14 til VÍF. Síðani fylgdust liðini bæði rættiliga væl, og tá ið bert 9 minuttir vóru eftir av dystinum, var støðan 21-19 til VÍF, men síðstu løtuna øktu vestmenningar aftur um munin, so at endaliga støðan gjørdist 25-21 til VÍF.


Frálíkt málmansspæl

Sum áðurnevnt var dysturin ikki av teimum best spældu, men tó vóru onkrir glottar, millum annað tí at málmenninir vístu spæl á sera høgum støði. Eli í VÍF-málinum prógvaði enn einaferð, at hann er ein av okkara allarfremstu málverjum, meðan Jens Skipagøta í hoyvíksmálinum, ið kom inn fyri Hákun Djurhuus aftaná 20 minuttir, stóð kanska sín besta dyst nakrantíð. Nevnast kann, at Jens bjargaði fimm teimum fyrstu atsóknunum hjá vestmenningum, eftir at hann var komin á vøllin.


Veteranar

gingu á odda

Tað er ómøguligt at endurgeva dystin leygardagin uttan at nevna allar ónollurnar, sum vóru. Tað er harmiligt at síggja spælarar gera seg inn á hvønn annan, tá ið bólturin ikki er nær námind, serliga tá ein hugsar um øll børnini, sum sita og hyggja at og kanska hava spælararnar sum fyrimyndir. Tað, sum ger slíkt enn beiskari at svølgja, er, at tað eru summir av teimum royndastu spælarunum á báðum liðum, sum ganga á odda í

ljóta spælinum. Eg vil ikki nevna nøkur nøvn, men hetta hevur víst seg ferð eftir ferð!


1. deild menn:

VÍF-H71 25-21 (14-10)

VÍF: Áki Olsen 11, Ingi Olsen 7, Sámal Joensen 3, Áki G. Olsen 1, Sjúrður Holm 1, Hjalmar K. Olsen 1, Martin Hummeland 1.

H71: Halgir Dahl Olesen 4, Jákup S. Simonsen 4, Páll Poulsen 4, Svend Poulsen 3, Róaldur Jákupson 2, Hans Guðmundsson 2, Andreas F. Hansen 1, Olaf Vestergaard 1.

Útvísingar: VÍF 3, H71 3

Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen (vóru nakað blíðir við vertirnar í fyrra hálvleiki)