Í andanum á rørsluárinum, sum varð skotið í gongd í dag, so vóru øll í Norðurlandahúsinum sett at gera fimleik Stór sum smá vóru umleið klokkan 14 sett at gera fimleik. Tvær damur, ein ergoterapeutur og ein fysioterapeutur settu hvønn tann einasta í Norðurlandahúsinum at gera fimleik.
Hóast trongt í salinum millum setrini, so vóru øll við, og øll flentu óført at hesum øðrvísi tiltaki til ein almennan fund.
Tað einasta, ið kanska kundi órógva, var, at sitiplássini hjá áskoðarunum, ið eru í eini ávísari hædd, fóru at danda nakað nógv, tá øll fólkini í takt stóðu og veipaði og svingaðu í takt við tónleikin úr hátalarunum.
Fyri hetta hevði løgmaður sett rørsluárið, sum í dag er byrjað. Eisini greiddu fleiri landsstýrisfólk frá sínum ætlanum í rørsluárinum.
Somuleiðis hevði Magni Mohr, ph.D. í human fysiologi, greitt frá, hvussu vit á ymiskan hátt kunnu vinna á lívstýlssjúkum á ein stuttligan hátt. Og Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum, greiddi eisini frá, hvussu føroyingar hava broytt rørslumynstur seinastu árini.
Eftir fimleikin greiddu Ilikka Vuori, professari, úr Finnlandi og Bengt Sevelius, heiðursforseti í ENGSO, úr Svøríki frá teirra sjónarmiðum um heilsufremjandi átøk.
Seinast á skránni vóru konkret heilsufremjandi átøk í Føroyum