Tey 20 børnini, sum hava staðið á bíðilista, byrjaðu mánadagin 8. november 2010 í nýggja frítíðarskúlatilboðnum, sum er í felagshølunum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag Tað er, sum nevnt, Klaksvíkar Ítróttarfelag, ið leggur hølir til, og er hetta í sama umhvørvi sum verandi frítíðarskúli, so hesi børnini hava eisini stutt til fótbóltsvøllin, svimjihøllina, rennifjalabreytina o.s.fr.
Øll 20 børnini, sum nú ganga í Frítíðarskúlan, eru úr 2. skúlaflokki.
Í stuttari viðmerking sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, forkvinna í Sosialu Nevnd, at hon er sera fegin um, at við hesi skipan er ongin bíðilisti til frítíðarskúlapláss í kommununi.