Øll børn tilboð um pláss

Ynskini og tilmælini hjá Foreldrafelagnum eru bert í ein lítlan mun gingin á møti, hóast arbeiðsbólkurin, ið hevur gjørt nýggjar upptøkureglur til ansingarplássini í Tórshavnar kommunu, legði eina við, at tað skuldi takast við upp á ráð. Meðan arbeiðsbólkurin skjýtir upp, at børn undir eitt ár ikki skulu hava nakað tilboð, mælir Foreldrafelagið til at arbeiða fram ímóti, at øll børn fáa tilboð um pláss.

Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn hevur ikki ligið á latu síðuni síðani Tórshavnar býráð gjørdi av, at upptøkureglurnar til dagstovna- og dagrøktaskipanini skulu endurskoðast. Felagið setti seg beinanvegin í samband við fimm kommunur í Danmark fyri at vita, hvussu tær skipa og umsita upptøkureglurnar, og uppskotið, sum felagið síðani hevur tilevnað, byggir í ein mun á donsku skipanirnar.

Uppskotið hjá Foreldrafelagnum um nýggjar upptøkureglur víkir í nógvum førum frá uppskotinum, ið tey fýra í arbeiðsbólkinum hjá Tórshavnar býráð hava gjørt.

Málsetningurin er sambært uppskoti Foreldrafelagsins, at tryggja øllum børnum, sum ynskja tað, eitt ansingarpláss, og fyri at plássini verða rættvíst býtt, er neyðugt við greiðum reglum. Børn kunnu verða uppskrivað á bíðilista til dagrøkt, vøggustovu og barnagarð, tá ið tað er føtt. Møguleiki skal eisini vera fyri at søkja um fult ella hálvt pláss á ávísum stovnum og hjá dagrøktini, heldur felagið.


Húsdjór og royking

Bíðilistin til stovnarnar og dagrøktina eigur at hanga uppi á ansingarskrivstovuni og at verða endurskoðaður eina ferð um mánaðin. Ikki fýra ferðir um árið, sum arbeiðsbólkurin leggur upp til.

Foreldur eiga í umsóknini at tilskila, um tey ynskja dagrøkt uttan húsdjór og í roykfríum umhvørvi. Og ynskið skal vera bindandi. Upptøkureglurnar hjá arbeiðsbólkinum nema als ikki við hesi viðurskifti.

Foreldrafelagið skjýtir upp, at fult gjald verður latið fyri dýrasta plássið, og at systkin gjalda ein ávísan prosentpart fyri plássið. Foreldur eiga at hava møguleikan at velja millum fleiri ansingarstøð, men kommunan er øll eitt ansingarøki.


Føðingardagur heldur enn uppskrivingardagur

Arbeiðsbólkurin hjá býráðnum mælir til, at tað er dagurin, tá ið barnið er uppskrivað, ið ger av, hvussu skjótt tað sleppur framat. Hesum er Foreldrafelagið ikki samt í, men mælir heldur til, at tað er føðingardagurin, ið er avgerandi uttan mun til nær ansingarskrivstovan tekur ímóti umsóknini. Og tá kann nummarrøðin broytast mánaða til mánaða..

Møguleiki eigur at vera fyri, at børn verða standandi á bíðilista aftaná at tað hevur fingið pláss. Uppgávan er ikki fullførd fyrr enn Tórshavnar kommuna hevur gingið ynskinum hjá umsøkjaranum á møti. Foreldur kunna sína millum býta um ansingarpláss, um familjan flytir bústað í býnum, men skrivlig umsókn hesum viðvíkjandi skal sendast Tórshavnar kommunu.


Neyvur førleiki

Býtið av ansingarplássum verður eftir serligari raðfylgju, har tey ið hava serligan tørv koma fram um onnur, heldur Foreldrafelagið, og hetta er í samsvari við upptøkureglurnar hjá arbeiðsbólkinum.

Ansingarplássini eiga at verða umsitin av eini nevnd við trimum limum við neyvum førleika. Harav skal ein vera pedagogur, sum tryggjar, at býtið av plássum fer rætt fram. Nevndin skal kunna býráðnum tvær ferðir um árið, hvussu býtið av plássum er farið fram og hvussu nógv børn standa á bíðilista. Stovnsleiðarar og dagrøktarmammur skulu hvønn mánaða geva kommununi yvirlit yvir, hvussu plássini verða býtt, og saman við býráðnum gera fullfíggjað yvirlit yvir, hvussu nógv pláss verða tøk næsta ár.

Sum skilst eru ynskini hjá Foreldrafelagnum bert í ein lítlan mun gingin á møti, hóast arbeiðsbólkurin legði eina við í byrjanini, at tað skuldi takast við upp á ráð. Nú hevur Foreldrafelagið so heitt á Tórshavnar býráð um at útseta viðgerðina av upptøkureglunum. Tær vóru fyri á býráðsfundi hóskvøldið, men Foreldrafelagið vil hava svar uppá kærurnar, ið eru til viðgerðar hjá Kommunala Eftirlitinum, áðrenn upptøkureglurnar verða viðtiknar.