Øll børnini í einari stovu

Í Dali eru bara 4 børn í skúlanum, tríggjar gentur og
ein drongur.

Dalur: Vit tosaðu við tey og spurdu hvat tey plagdu at gera
í fríkorterinum.
Tey søgdu at tey plagdu at hoppa band, krita, súkkla, tekna og nógv annað. So sjálvt um tey bara eru 4 børn so hugna tey sær allíkavæl.
Vit høvdu eisini eitt prát við lærarinnuna, og hon
segði, at tað hava eisini verið minni enn bara fimm
børn, og at tað onkutíð hava verið tvær gentur.
Øll børnini hava somu stovu, frá fyrsta flokki til
sætta flokk.
Tá tey eru liðug í fimta flokki flyta tey til
Meginskúlan á Sandi, har tey so ganga til 10. flokk.