Nú leigusáttmálin millum bólk av vinnulívsfólki og trotabúgvini eftir Faroe Seafood fór í vaskið, skilst, at øll boð - eisini upp á einstøk skip og virkir - eru áhugaverd. Í morgun kundi Portalurin bera tíðindini, at treytaði sáttmálin millum trotabúgvini eftir Faroe Seafood og ein bólk av vinnulívsfólki var farin í vaskið.
Hetta kemur ivaleyst dátt við hjá mongum, sum nú vóru farin at vóna, at tey seks skipini fóru at loysa aftur fyrsta dagin, umframt at nøkur fiskavirki fóru at verða latin uppaftur.
Soleiðis verður ikki - í hvussu ikki beint í løtuni.
Portalurin skilir tó, at tað eru ikki bara hesi vinnulívsfólkini, sum seinastu dagarnar hava verið á ?bananum?, ið hava áhuga fyri Faroe Seafood og Faroe Fish II.
Røddir hava eisini verið frammi um, at eitt nú Hanus Hansen og Tummas Justinussen - møguliga saman við øðrum - eisini hava víst skipum og virkjum áhuga.
Hesi tíðindi eru tó ikki váttað.
Í aðrar mátar skilst eisini, at trotabúgvini hava áhuga í at selja ognirnar hvør sær, um tilboð eru nøktandi.
Alt stendur opið, nú leigusáttmálin, sum arbeitt hevur verið við seinastu dagarnar, er farin í vaskið.
Soleiðis stendur eisini opið, at bæði feløgini verða seld á tvingsilssølu, um tey ikki verða seld í fríari sølu.
Tað einasta, sum Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri, vil siga í løtuni, er, at áhugi er fyri ognunum, sum vóru í Faroe Seafood og í Faroe Fish II.