Runavík: - Tú burdi heldur tosað við allar tær mongu eldsálirnar, sum vit eiga í NSÍ. Tað eru hesar, sum veruliga halda felagnum uppi, sigur NSÍ-formaðurin.
NSÍ er í dag eitt sera virkið fótbóltsfelag, sum hevur hundraðtals leikarar og omanfyri 600 fólk sum limir. Her krevst at arbeiðið er væl skipað allan vegin - frá teimum ið stríðast á vølli og til øll tey, ið tryggja umstøðurnar fyri at felagið kann stabiliserast og menna seg í framtíðini.
Ein teirra, sum fegin vil taka eitt tak á hesi leið er júst Piddi Hansen, sum hevur stóran áhuga fyri fótbólti og ítrótti í síni heild.
Umframt hetta hevur hann íðkað nógvar aðrar ítróttargreinar, og hevur millum annað róð kapp við Tjaldrinum og Eysturoyingi.
Nú er tað altso NSÍ fótbóltur, sum stendur ovast á skránni á ítróttarligu dagsskrá hansara.
- Hetta kann mangan vera eitt strævið arbeiði, men hinvegin er tað sera áhugavert. Serliga nú, ið tað gongur so væl hjá Formulaliði okkara, sigur hann.
Stórar avbjóðingar
At Piddi gjørdist formaður í einum av stóru ítróttarfeløgunum í Føroyum í fjør, var kanska ikki so løgið og heilt av tilvild:
Áhugin fyri at stjórna einum ítróttafelagi var í fyrsta lagi til staðar, eins og tørvur var hjá felagnum at fáa ein virknan formann, sum kundi føra felagið longur fram á leið.
Arbeiðið fram ímóti hesum postinum, varð í roynd og veru sparkað í gongd longu tíðliga á heysti árið fyri at hann varð valdur til formann.
- Ja, tað vóru fleiri ið vendu sær til mín við fyrispurningi um hetta “starvið”. Eg hugsaði um tað eina tíð og játtaði so.
- Tá so aðalfundurin var í fjør vár, tók eg við hesi avbjóðingini, sigur Piddi, sum nú er farin í holt við annað skeið sítt sum formaður.
At hann valdi at gerast formaður í NSÍ, hevur tí tvinnandar orsøkir: Stóri áhugi hansara fyri ítrótti og felagsarbeiði. Og tí at er lógu nógvar spennandi avbjóðingar fyri framman.
1000 áskoðarar
Heilt síðani NSÍ varð stovnað hava eldsálir gjørt eitt ómetaliga stórt arbeiði, til tess at felagnum kundi vera lív lagað – og ikki minst menna seg dag frá degi.
Eitt slíkt arbeiði verður ikki gjørt eftir einum ári, men her er talan um eina tilgongd, hvørs úrslit ein ikki altíð sær árið eftir ella annað árið eftir.
- Í dag kunnu vit bara staðfesta, at felagið er vaksið ótrúliga nógv. Men ikki bert tað: NSÍ er eisini vorðið til eitt felag sum øll herinni eru sera góð við, slær Piddi fast.
Hetta sær ein aftur í teimum mongu trúføstu viðhaldsfólkum, sum møta upp til heimadystir, og sum eisini ferðast við liðnum, tá teir spæla á útivølli.
Til ein heimadyst fer talið av áskoðarum sjáldan niður um 300, men so uppliva tey eisini at heili 1000 fólk eru til ein fótbóltsdyst við Løkin.
Hesi trúføstu viðhaldsfólkini halda seg heldur ikki aftur at taka eina hond í fyri felagið, tá talan er um smærri og størri uppgávur:
Tey hava sítt egna viðhaldsfelag og felagsskap í felagnum Guliganz, eins og tveir at ídnu NSÍ’arunum, Jonhard Hansen og John Andersen skipa sendingina Vespureiðrið sum verður send á Rás 2 hvørja viku – bara fyri at nevna nakað av stóra arbeiðinum í felagnum.
- Og so uppliva vit eisini tað gleðiliga, at vinnulívið hevur stuðlað okkum sera væl, slær Piddi Hansen fast.
Gott 2007
Tað hevur sjálvandi sín fyrimun at tað gongur væl innanveggja í felagnum. Men úrslitini á vøllinum hava eisini sína ávirkan.
Eitt er so tað, at NSÍ vann FM-heitið á fyrsta sinni í fjør, men líkt er til at felagið hevur eisini megnað at sett ungt fólk við. Hesi fara at kunna føra fótbóltsarvin víðari fram tey komandi árini.
Í so máta var fótbóltsárið 2007 eitt gott prógv um breiddina í felagnum: Formulaliðið vann sína deild. Tað gjørdu smápiltarnir, og tað gjørdi unglingaliðið hjá NSÍ so sanniliga eisini, uttan so mikið sum at tapa ein einasta dyst!
- At teir so eisini vunnu steypakappingini er besta prógvið um, at her finnast leikarar sum dugur er í, staðfestir Piddi Hansen.
Út í heim
Hægsta ynskið hjá leikarum, áskoðarum og stuðlum man kortini vera, at NSÍ endurtekur bragdið í fjør og gerst FM-vinnari.
- Vit hava sum mál at skula út í Europa at spæla fótbólt. Og tá krevst, at ein hevur eitt stabilt felag sum fær góð úrslit, staðfestir NSÍ-formaðurin.
Hann kann haraftrat fegnast um, at felagið hevur leikarar í fýra av okkara landsliðum í fótbólti – U15, U17, U19 og sjálvandi á A-landsliðnum!
At felagið er so væl fyri við leikarum kemur ikki av sær sjálvum. Aftur her hava tey verið sera heppin við venjarum í yngru deildunum, tí her finnast so kend fótbóltsnøvn sum Trúgvi Mortensen, Abraham Løkin, Meinhard Dalbúð, Mattias Davidsen og ikki at gloyma Jens Martin Knudsen.
Apropos arv, so er tað eisini ein veruleiki at synirnir hjá flestu av hesum monnum eru við á besta liðnum hjá NSÍ ella eru úti í heimi og spæla.
- Og tað besta er, at aðrir eru ávegis!, sigur NSÍ-formaðurin.
Segði nakar at EB/Streymur er meistari?
Felagið NSÍ – Nes Sóknar Ítróttarfelag – varð stovnað av ítróttarhugaðum fólkum í 1957.
Nógvir sigrar eru vunnir hesi árini, men kanska tann størsti teirra mundi vera hann, tá Formulalið teirra gjørdist Føroyameistari í fjør.
Ætlanin var – og er! – at endurtaka hetta bragdið aftur í ár, men tey fyrstu úrslitini í ár hava ikki bent á tað borðið.
Felagið misti nakrar av profilunum frá í fjør, og tað hevur líkasum tikið sína tíð at fáa teir nýggju leikararnar at finna tráðin og máltevið saman við hinum.
Í dag kann ein bert staðfesta í at vend er komin í. Sunnudagin í hesi vikuni kundi nevniliga sportal.fo staðfesta, at eftir sigurin á B71 var NSÍ á silvurplássi í Formuladeildini eftir oddaliðið EB/Streymur.
Hetta hendi áðrenn B36 hevði leikt javnleik ímóti ÍF mánakvøldið, tí eftir tann dystin hava NSÍ og B 36 sama stigatal, nevniliga 21, men havnarliðið hevur betri málúrtøku. Mikukvøldið skuldi so HB inn á Skála at spæla, og kundi HB við einum sigri eisini røkka sama stigatali.
Á Eystanstevnu skal NSÍ møta nettupp B36. Hesin dysturin verður leiktur sunnudagin og verður av sonnum ein oddadystur. NSÍ plagar at standa seg sera væl til stevnudystirnar, og tí verða góðir vónir settar til henda dystin ímóti B36. Teimum hevði kanska dámt betri at fingið EG/Streymur á vitjan!!
Sunnudagin ætlar NSÍ sær at taka eitt – ella rættari sagt: trý! – stig nærri málinum at røkka oddaliðnum úr Sundalagnum.
- Eingin skal enn siga, at EB/Streymur longu er Føroyameistari, slær Piddi Hansen fast.