Øll eru klár

FSF hevur fyri stuttum gjøgnumgingið skjalatilfarið, sum føroysku fótbóltsfeløgini sendu inn í samband við minstukrøvini hjá UEFA.
Hetta eru krøv, sum feløgini framyvir skulu lúka, skulu tey hava møguleika at taka lut í altjóða kappingum.
Aðrastaðni ? eitt nú í Italia ? hava stórir trupulleikar verið av krøvunum, og eitt nú hevur ljóðaða, at ikki færri enn átta Seriu A feløg eru í vanda fyri at verða koyrd úr kappingini komandi kappingarár, men tíbetur tykjast slíkir trupulleikar ikki gera seg galdandi í Føroyum.
Niðurstøðan hjá FSF var í øllum førum, at tey tíggju feløgini í fremstu mansdeildini øll lúka krøvini frá UEFA.