Tað sigur Hannedot Ludvig, sum var stigtakari til fundin fyri avvarandi á Tjarnardeild, sum var í gjárkvøldið. Ætlanin við fundinum var at skriva undir eitt mótmælisskriv, sum skal handast leiðaranum á heiminum.
Ónøgdin við sparingunum á eldraøkinum hevur verið stór, og hóast 4,1 millión krónur vórðu funnar í síðstu viku, so mangla framvegis 2,1 millión krónur í fyri at varðveita verandi støði.
Á Tjarnardeild eru tey avvarandi eisini misnøgd við støðuna og manglandi kunning, um nær og hvussu sparingarnar fara at raka.
- Avvarandi ringja í hesum døgum til mín um alt møguligt, men tað vísir seg, at tey øll eru skuffað, tí tey hoyra einki frá stovnsleiðaranum, sigur Hannedot Ludvig.
Nógv fólk var møtt til fundin´fyri avvarandi á Tjarnardeild í gjárkvøldið, og ætlanin er nú at taka samanum, og síðani skal mótmælisskrivið handast leiðsluni.
- Og so kunnu vit ikki gera annað enn at taka tað harfrá, sigur Hannedot Ludvig.
Hoyr alla samrøðuna við Hannedot Ludvig niðanfyri.