Øll eygu vend móti Hessboring

Oljumálastýrið hevur latið úr hondum eina upplýsandi og sakliga frágreiðing um oljutilgongdina higartil. Tað er varið við at gera niðurstøður ella geva politikarunum ráð. Hinvegin krógvar frágreiðingin ikki tann veruleika, ta óvissu, ið er knýtt at oljuleitingini og møguleikanum at finna olju í rakstrarverdugum nøgdum


Oljuleiting á vegamóti


Tað er ikki júst ein alt ov bjartskygd frágreiðing, sum Oljumálastýrið hevur latið løgtinginum um tilgongdina á oljuøkinum serstakliga hetta seinasta árið. Ikki tí ? her er ikki nógv nýtt at lesa ? tað mesta hevur verið frammi áður, tó at tað nú er sett saman í eina heild og gjørt lættfatiligt. Tann óvissa, sum m.a. hevur verið umrødd og gitt um her í blaðnum, sýnist at hava hald í veruleikanum, tí í frágreiðingini nemur Oljumálastýrið fleiri staðni við hana. Frágreiðingin má tó sigast at vera rættiliga greið og upplýsandi. Hon umrøður stutt og greitt allar teir ymsu partarnar av oljutilgongdini og ger status tvs. ger greitt, hvussu støðan er á teimum ymsu økjunum í dag. Men hon fer ikki víðari ? soleiðis sum vit t.d. síggja tað í mentanarálitinum ? og kemur við ráðum og tilmælum til politikararnar og flokkarnar. Og orsøkin til tað er tann heilt einfalda: at enn veit eingin, um olja finst í rakstrarverdugum nøgdum í undirgrund okkara.

Tað er greitt, at frágreiðingin sum so er gott grundarlag hjá politikarum o.ø. til at gera sær sínar egnu metingar. Tó so at óvissan, sum ræður, ger tað torført at gera endaligar niðurstøður. Hesa mugu bíða nakað enn, í hvussu er til í summar, tá úrslitið av boring hjá Amerada Hess beint hinumegin markið helst verður kunngjørt. Verður tað positivt, so kann veruliga gongd og lív koma í alt økið aftur, verður tað minni gott, so kann hetta koma at seinka allari tilgongdini.

Vónbrot og óvissa
Frágreiðingin er 85 síður og er ætlað løgtinginum sum grundarlag undir einum aðalorðaskifti um oljumál. Hetta orðaskiftið verður helst mikudagin í næstu viku. Í fororðunum sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður m.a., at úrslitini av leitingini seinasta ár kunnu tulkast á ymiskan hátt. Leitimiðini, sum størstar vónir vórðu settar til, gjørdust vónbrot, meðan rakt varð við olju í jarðløgum, har vónirnar frammanundan vóru rættiliga avmarkaðar. Landsstýrismaðurin kemur tí til ta niðurstøðu, at tað í fyrstu atløgu má roknast við, at hetta kemur at seinka boringini av komandi leitibrunnum á føroyskum øki. Oljufeløgini mugu sammeta seismisku úrslitini við úrslit frá boringunum fyri síðani at gera nýggja myndlar yvir jarðfrøðiligu viðurskiftini á føroyska landgrunninum. Sum frálíður nýtist hetta ikki at verða eitt afturstig fyri oljuleiting við Føroyar, staðfestir landsstýrismaðurin.

Hann vísir eisini á, at tað framvegis er ov tíðliga at siga, um lønandi framleiðsla kann spyrjast burtur úr kolvetnisfundinum hjá Faroes Partnership. Felagið skal í summar leggja endaliga borifrágreiðing fyri Oljumálastýrið og tá eisini meta um, hvat skal gerast afturat fyri at staðfesta, hvørt talan kann gerast um lønandi framleiðslu.
Kolvetnisráð bíðar
-Vísandi til at oljuframleiðsla ikki stendur beint fyri framman havi eg gjørt av ikki at seta á stovn kovetnisráðið, sum varð umrøtt í løgmansrøðuni í fjør. Eg eri kortini av teirri áskoðan, at eitt slíkt ráð eigur at verða skipað, áðrenn farið verður undir ítøkilig stdig móti kolvetnisframleiðslu sigur landsstýrismaðurin, sum eisini vísir á, at sum heild hevur Atlantsmótið ikki givið tey úrslitini, sum oljuídnaðurin hevði vónir um. Fundurin hjá Faroes Partnership kann tí fáa stóran týdning fyri, hvønn áhuga oljuídnaðurin fer at hava fyri føroyska økinum fyrstu komandi árini. -Fyribils kunnu vit vera vónrík, tí leitiskeiðið er ikki hálvrunnið og enn resta 5 brunnar at verða boraðir sigur landsstýrismaðurin.

Av tí at so stór óvissa er knýtt at leitingini og útlitunum verður í frágreiðingini gjørt greitt, at tað í besta føri um 2-3 ár fer at verða grundarlag fyri eini leiðbyggiætlan, sum tá fer at krevja støðutakan um alstórar verkætlanir, ið fata um bygging av umfatandi framleiðsluútbúnaði, umframt at borast skal ein røð av framleiðslubrunnum, áðrenn framleiðsla kann setast í verk. Um metingarnar koma til ta niðurstøðu, at grundarlag ikki er fyri at fara undir framleiðslu, verða neyvan gjørd stórvegis fleiri átøk í tilknýti til kolvetnisfundin hjá Amerada Hess komandi nógvu árini. Víst verður á møguleikanum fyri, at fundið hjá Hess gongur yvir í bretskt øki eisini, og at hetta fer at hava við sær, at tørvur verður á samskipan og samtroyting tvørturum landgrunsmarkið, um tað er so, at fundurin gongur inn á bretskt øki.

Víst verður annars á, eins og tað hevur verið mett í Sosialinum fyrr, at óvæntaðu úrslitini kunnu bera í sær, at feløgini, ið hava borað sín fyrsta brunn, fara neyvan at bora aftur fyrr enn í 2004, meðan Agip kann væntast at bora antin seint í ár ella næsta summar. Hetta ger aftur, at tað verður ringt at siga nakað um, nær vit fáa eitt annað útbjóðingarumfar.