Øll fáa boð um koppseting

Allir føroyingar fáa boð um koppseting, tá ið tey standa fyri tørni

Í løtuni eru tað nógv, sum venda sær til sjúkrahúsini og aðrar almennar myndugleikar fyri at sleppa skjótari fram at at koppseta seg fyri koronu. Mannagongdin er einføld: Øll fólk fáa boð frá Sjúkrahúsverkinum, tá ið tey standa fyri tørni.

Í løtuni eru tað heilsu- og røktarstarvsfólk, búfólk og sjúklingar í serligum vandabólkum, sum fáa í boði at verða koppsett.

Tá ið koppingarevnini koma til Føroya í avmarkaðum nøgdum, hevur verið neyðugt at taka støðu til, hvussu tilboðið um koppseting fyri COVID-19 skal raðfestast. Raðfestingin kann lesast á www.corona.fo og har kann eisini lesast nærri um koppsetingina.