Tað gekk fantastiska væl hjá ALS at avgreiða allar umsóknirnar um útgjald í kjalarvørrinum á húsaganginum á Fiskavirking. Ernst Jacobsen, stjóri í ALS sigur, at í kjalarvørrinum á húsaganginum hjá Fiskavirking, fekk Arbeiðsloysisskipanin einar 740 umsóknir um útgjald frá arbeiðsfólki á fiskavirkjunum.
Og hann viðgongur, at hann sá tað sum sum eina heilt ómøgulig uppgáva at avgreiða allar tær umsóknirnar fyri jól.
Sostatt fingu øll útgjald fyri jól
Men tað eydnaðist kortini og tað er hann serstakliga fegin um.
Men hann leggur afturat, at einasta orsøk til at tað eydnaðist so væl, var, at øll tóku eitt tak fyri at tað skuldi eydnast, bæði tey arbeiðsleysu sjálvi, sum vóru nágreinilig, tá ið umsóknin skuldi fyllkast út, umframt fakfeløg, sum hjálpti til við vegleiðing og hjálp og somuleiðis bústjórarnir, sum eisini vóru skjótir at hjálpa til og at lata upplýsingar frá sær.
- Men so skulu vit heldur ikki gloyma starvsfólkið á ALS, sum tók eitt ódnartak fyri at avgreiða allar umsóknirnar.
Stjórin í ALS staðfestir, at sostatt eydnaðist tað at avgreiða allar umsóknirnar, so at øll 740 fólkini fingu útgjald fyri jól.
- Men tað var ómetaliga strævið, leggur hann afturat.