Øll hava rætt at siga sína meining

Tað sigur Rósa Samuelsen eftir at Eyð Matras og Jóna Mortensen hava handað henni túsundtals undirskriftir av Facebook

Rósa Samuelsen hevur fingið nógv ótelgd orð oman yvir seg, síðani tað kom fram, at hon ætlaði at hækka húsaleiguna hjá búfólkum á sambýlum. Og í morgun tók hon so ímóti einum ódefineraðum tali av undirskriftum, sum Jóna Mortensen og Eyð Matras hava savnað hvør í sínum lag á Facebook.
Rósa Samuelsen sigur, at allir partar eru hoyrdir í málinum, og at hoyringsfreistin er úti í dag.
- Øll hoyringsskriv verða tikin við í endaligu avgerðina, og tað er eisini galdandi fyri hetta mótmælisskrivi, sigur Rósa Samuelsen.
Men eitt er at skrivið verður tikið við í viðgerðina, nakað heilt annað er, um mótmælið fær nakra ávirkan á avgerðina.
- Nei, tað kann eg einki siga um, bara, at tað verður tikið við í viðgerðina, sigur Rósa Samuelsen.
Kaj Leo Johannesen hevur meldað út, at ongar sparingar verða framdar á almannaøkinum, fyrr enn málið hevur verið fyri á landsstýrisfundi, og tað váttar Rósa Samuelsen eisini.

Ikki bert ágang
Almannamálaráðið hevur nú mett, at boðskapurin í fjølmiðlunum hevur so nógva slagsíðu, at ráðið hevur kent seg noytt at senda út eitt tíðindaskriv, har grundgjørt verður nærri fyri, hví júst hendan loysnin við at hækka húsaleiguna á sambýlum tykist hon besta.
- Tú kanst siga, at vit hava ikki verið nóg góð at bera okkara boðskap út, men eg kenni eisini, at eg ikki rættiliga havi fingið høvi til hetta í fjølmiðlunum, sigur Rósa Samuelsen.
Hon sigur, at hennara royndir eru, at fólk á sambýlum yvirhøvur eru rættilia væl fyri, og í fleiri førum einki hava ímóti at gjalda eitt sindur meiri fyri ta tænastu, tey fáa. Og heilt einsamøll stendur Rósa Samuelsen heldur ikki, tí formaðurin í landsfelagnum hjá pensjónistum hevur verið frammi í miðlunum og sagt, at tað einki órímiligt er í at búfólk á smbýlum gjalda eina hægri húsaleigu. Hetta líkastillar fólk á bústovnum við fólk á røktarheimum.
- Sjálvandi er tað hugaligt at fáa stuðul frá formanninum fyri landsfelagnum hjá pensjónistum. Tað er veruliga gjørdur ein innsatsur fyri at finna sparingarnar aðrastaðni, men tað hevur stutt sagt ikki verið møguligt. Og eg meti framvegis hesa verða ta bestu loysnina, skulu vit sleppa undan at skerja tænasturnar til tey eldru, sigur Rósa Samuelsen.