Øll hava rættin til eitt virðiligt lív

Tað er ikki hissini kjak, ið hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum av rástevnuni hjá samkyndum lesandi í Norðurlandahúsinum í hesum døgum. Ikki minst vegna tess, at ein landsstýrismaður valdi at siga nøkur orð og seta ráðstevnuna.

Sum vit hava sæð í blaðnum seinastu tíðina, so argar hetta illa ávsís fólk í samfelagnum _ ið síggja hetta sum nakað andstyggiligt _ við próvgrundum úr Halgubók.

Øll hava rætt at hava sína hugsan um hesi mál. Fólk í øllum politiskum flokkum hava sjálvandi eisini rætt at meina tað, tey vilja. Allir flokkar á tingi siga, at tað stendur limunum frítt at meina tað, tey vilja um etisk mál - tí her eru tey ikki floksbundin.

So kann verða sagt, at tað er ein veikleiki, at politisku flokkarnir ikki vilja taka upp hesi mál - ella kanska ikki tora ella kunna, tí ósemjan er so stór. Løgmaður segði í blaðnum týsdagin, at tað var hugaligt at síggja tveir landsstýrismenn vera so ósamdar, sum Jógvan á Lakjuni og Hans Paula Strøm, men kortini kunna taka í hondina á hvør øðum og góðtaka, at teir vóru so ósamdir, fyri síðani at halda fram við dagliga politiska arbeiðinum.

Og tað er eisini gott, at so er. Men tað má vera eitt sjúkutekin, at eitt so lítið mál, sum tilveran hjá teimum samkyndu skal fáa so nógv fólk og so nógvar politikarar at øsa seg til skýggja. Álvaratos. Vaksnir menn (bara menn hava ført hesi sjónarmið fram!?) leggja eftir hesum, samstundis sum teir bedýra, at teir einki hava ímóti fólkunum? Hví nýta hesi somu menn so nógva orku upp á eitt so lítið mál, tá teir tiga, tá onnur tung politisk mál eru á skránni? Hvi er tað so umráðandi hjá teimum at »meina« nakað um hetta málið?

Tað tykist, sum um hesir menn royna at trúgva, at samkyndleiki er eitt nýuppfunnið fyribrigdið, ið skal týnast. Veruleikin er kortini, at ein ávísur partur av heimsins fólki eru samkynd _ og soleiðis hevur tað altíð verið. Hetta er ein veruleiki, sum ikki kann broytast - ella »lekjast«, sum onkur vil verða við.

Vit skulu ikki á hesum teigi gera okkum til dómarar - hvørki yvir samkyndum ella hinskyndum. Vit vilja bara staðiliga vísa á, at rættast er at vísa tolsemi _ vísa næstrarkærleika fyri øllum borgarum, tí vit hava øll rætt til eitt virðiligt lív