Øll komu heim

Klokkan 16.10 í dag lendi seinasta flogfarið úr Danmark í Vágum, og soleiðis eru nú eisini teir seinastu jólagestirnir komnir heim til Føroya. Jákup Sverri Kass, sølu-og marknaðarleiðari hjá Atlantsflogi, sigur, at nú eru seinastu jólagestirnir úr Danmark komnir heim til Føroya við flogfari.

- Flogførini úr Føroyum fóru til tíðina í morgun. Hinvegin hava seinkingar verið úr Danmark.

Men í dag klokkan 16.10 lendi so seinasta flogfarið úr Danmark í Vágum við seinastu jólagestunum í ár.

Jákup Sverri Kass sigur, at eingin flúgving verður jólaaftan og jóladag.

- Flogið verður ikki aftur fyrr enn 2. jóladag, og enn er ov tíðliga at meta um útlitini til ta tíð, sigur Jákup Sverri Kass, sølu-og marknaðarleiðari hjá Atlantsflogi.