Øll komu til tíðina

Tá Norrøna leygardagin skuldi úr Hantsholm, gjørdist neyðugt at framskunda fráferðina. Hetta tí veðurlíkindini ikki vóru av teimum bestu. Um 1300 fólk skuldu fáa boð um framskundaðu fráferðina, so tey á Smyril Line høvdu úr at gera við at fáa fatur á teimum, skuldu við. Sambært Útvarpinum, so gekk hetta tó upp á stás. Ikki minst tí bæði Útvarpið og Portalurin komu við áheitanum til fólk um at bera boðini víðari.