Øll kunnu forða happing

Bæði tú og barn títt kunnu vera við til at forða happing. Gróðrarlíkindini fyri happing eru serstakliga góð í sambandi við barnaføðingardagar

Tað er hart at vera offur fyri happing. Men tað er eisini hart at vera áskoðari til happing.
Seinastu árini er tað vorðið alt meira greitt, at vitnini til happing kunnu forða nógvum óhepnum hendingum. Eitt nú við at geva til kennar, at slíkur atburður verður ikki toldur.
Í skúlahøpi verður sagt, at “stilli meirilutin” kann gera meira enn nakar lærari ella foreldur. Men tað krevur, at tey vaksnu gera sítt til at ávirka barnið og at stuðla tí í royndunum at forða happing í flokkinum. Eitt nú við at tosa um happing, at vera virkin í foreldrasamstarvinum og við at hava ein greiðan føðingardagspolitikk í flokkinum.
Júst hetta við føðingardøgum er eitt, sum mangan verður undirmett, men sum í stóran mun kann vera við til annaðhvørt at stimbra ella forða happing. Føðingardagurin er, meiri enn nakað annað, eitt tekin um, hvussu populerur ein næmingur er, og tann, sum frammanundan verður hildin uttanfyri, verður ofta raktur á føðingardegnum. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit altíð eggja børnunum at fara í føðingardag, tá tey verða boðin.

--

10 góð ráð til at fyribyrgja happing

1. Tosa ongantíð ilt um floksfelagarnar hjá barninum ella um hini foreldrini í flokkinum. Tá tú gjørt tað, forðar tú barninum í at knýta tøtt og erlig vinabond. Hugburðurin hjá foreldrunum ávirkar eisini tolsemismentanina í flokkinum. Foreldur, sum hava ein dømandi og niðrandi málburð, ávirka eisini tosingarlagið og atburðin hjá børnunum

2. Stuðla barninum í at hava nógv og ymislig vinaløg í flokkinum. Hetta minkar eisini um vandan fyri, at okkurt barn ofta situr einsamalt eftir

3. Kasta ljós á “ósjónligir” floksfelagar. Hesi børn verða sjáldan nevnd og koma ongantíð heim við. “Ósjónligir” floksfelagar kunnu vera teir, sum júst hava tørv á at verða tiknir við í spæl og avtalur

4. Eggja barninum til at verja floksfelagar, sum ikki megna at verja seg sjálvar. Slíkur stuðul er ofta avgerandi fyri at happingin steðgar

5. Raðfest innbjóðingar til føðingardagar hjá floksfeløgum høgt. Ger alt fyri, at barnið luttekur í føðingardøgum hjá øllum í flokkinum. Tað vísir virðing fyri hinum børnunum, tá innbjóðingin verður tikin í álvara

6. Tosa við barnið um, at føðingardagar eru ymiskir, og um hvussu ein góður gestur skikkar seg. Ofta verður funnist at føðingardøgum hjá børnum, sum hava lágan status í flokkinum. Happarar kunnu finna uppá at spilla ein føðingardag, til dømis at finnast at matinum (so ongin annar skoytir um hann), ella við at nokta at luttaka í spølum og øðrum, sum er fyrireikað

7. Allir flokkar eiga at hava ein felags føðingardagspolitikk: annaðhvørt verða allir floksfelagarnir bodnir við, allar genturnar ella allir dreingirnir. Verða bert nøkur fá vald frá, er hetta tekin um vantandi virðing fyri flokkinum, sum ein sosial eind

8. Raðfest samveru við onnur foreldur í flokkinum høgt. Sosial samvera í foreldrabólkinum smittar av á sosialu samveruna millum næmingarnar. Eitt gott hugskot er at hava foreldrakaffi, sum ein part av føðingardøgunum. Tá foreldrini koma eftir børnunum, fáa tey sær ein lítlan kaffimunn saman. Børnini elska at foreldrini hugna sær saman, og góði hýrurin millum foreldrini smittar eisini av á børnini.

9. Stuðla lærarum, sum raðfesta sosialu samveruna í flokkinum. Lærarar, sum seta ítøkilig tiltøk í verk til tess at bøta um sosiala trivnaðin, hava tørv á stuðli frá foreldrunum, so tiltakið ikki miseydnast.

10. Nýt foreldraumboð og skúlastýrið í stríðnum móti happing. Hesi kunnu arbeiða fyri at happing verður raðfest í skúlanum.