Øll kunnu skriva Føroya Søgu

Saman við Eik Grunninum fer eitt felag undir Nordisk Film í holtur við ætlanina “Føroyskar Søgur”, sum skal lýsa tey seinastu 100 árini í føroysku søguni. Gerandisupplivingar hjá føroyingum skulu nú savnast saman og gerast til film.

- Far upp á ovastaloftið ella út undir væðingina at leita eftir gomlum filmsklippum. Og boða so okkum frá!

Soleiðis ljóðar áheitanin frá Eik Grunninum, sum hevur sett sær hesa stóru ætlanina fyri, og sum fer at enda við eini fløguútgávu í summar.

Tí sum teir siga: - Allir føroyingar elska tær góðu og gomlu søgurnar. Spurningurin er bara um høvið at geva øðrum møguleika at fáa kunnleika til tær.

Tey vita longu um, at fleiri føroyingar eru áhugaðir í hesi ætlanini – og ikki minst, at hópurin av tilfari liggur burturgoymt á ymiskum støðum. Nú ynskja tey at fáa alt hetta søguliga tilfarið í ljósmála.

Her kann talan verða um upptøkur av køksarbeiði, føðingardøgum, umborð á báti, í skúla, í kirkju, barnaspæl og ungdómslív. Ætlanin er at knýta alt hetta saman við brotum úr dagbókum og bløðum, soleiðis at ein samstundis kann lýsa tær hugsanir og tær kenslur, sum fólk hava havt hesi seinastu 100 árini.

Tíðarætlanin fyri framleiðsluni er ikki avgerandi. Tey ynskja fyrst og fremst at seta dygdina í hásætið, og tí kann hugsast at ein avgerð at útseta dagin fyri útgávuna eitt sindur.

- Hetta skal verða ein aktuell fløga í dag, og skal eisini verða tað um 100 ár, sigur Per Højgaard, samskiftisráðgevi hjá Eik.


Væl umtókt

At geva slíkar fløgur út er ikki ókent fyribrigdi í grannalondum okkara og heldur ikki í so stórum landi sum USA.

Henda føroyska verkætlanin er gjørd við íblástri úr “Danskernes egen Historie”, sum fevnir um eina røð við 32 fløgum, og sum eru seld í út ímóti 400.000 eintøkum. Bara Matador-røðin er seld í fleiri eintøkum.

- Vit hava stóran áhuga í at fólk greiða okkum frá, hvørjar upptøkur tey liggja inni við. Vit ímynda okkum at vit koma at brúka einar 100 ymiskar filmar.

- Hetta verður helst nóg mikið til eina einstaka fløgu. Men sjálvandi, kemur munandi meiri inn av góðum tilfari, so fáa vit at síggja um tær ikki gerast fleiri, sigur Troels Uhrbrand Rasmussen, sum er stovnari og leiðari á Substanz Nordisk Film, ið stendur fyri tekniska partinum av verkætlanini.

Allar upptøkurnar verða savnaðar saman og kliptar, og síðani verður eitt handrit skrivað av søgukønum fólkum.

Stjórin í Eik Banka, Bjarni Olsen er somuleiðis fegin um henda háttin at lýsa søgu okkara. Hann sigur soleiðis:

- Í eini tíð, har mentanarfelagsskapurin gerst støðugt meiri samansettur og miðlavanarnir broytast, er brúk fyri innliti í felags fortíð okkara. Í hesi verkætlanini verður greitt frá fortíðini á ein lættan, trúverdugan og lætt atkomiligan hátt.

- Fyri okkum er tað ein stór gleði at vera við til at miðla søguna og mentunararvin, sigur Bjarni Olsen.

Verkætlanin fer at kosta umleið 1 mió krónur. Av hesum fer Eik Grunnurin at lata sín part.