Aktiviteturin er stórur á Gamla Apoteki, har møguleikarnir verða kannaðir fyri nýggjari samgongu. Enn er alt ov tíðliga at siga, hvør samanseting er tann mest sannlíka Sjálvt um Jóannes Eidesgaard, løgmaður, letur vita, at møguleikarnir fyri, at ABC samgongan heldur fram, eru rímuliga stórir, so koyrir eitt høgt spæl handan leiktjaldið, har allir gera alt fyri at sleppa upp í part.
Tað ljóðar, at Fólkaflokkurin ikki vil hava Sambandsflokkin við, tí teir ikki vilja vita
av Magna Laksáfoss, ið skapti ikki sørt av rumbuli, tá hann avloysti Bárð Nielsen sum fíggjarmálaráðharra, við sínum sjónarmiðum um skattalætta og sjómannafrádrátt. Tvey hjartamál hjá serliga Fólkaflokkinum. Afturat hesum kom mótstøða hansara móti Sandoyartunlinum.
Við øðrum orðum er serliga kalt millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Og tá havt verður í huga, at Magni Laksáfoss var suverenur toppskorari á Sambandslistanum við 979 atkvøðum, verður torført hjá Sambandsflokkinum at seta hann uttanfyri ávirkan í einum nýggjum landsstýri.
Samráðingar hava verið allan seinnapartin. Frá hálvugun tvey til fýra vóru tað teir tríggir floksformennirnir fyri samgonguflokkarnar og eitt umboð afturat fyri hvønn flokkin: Jóannes Eidesgaard, Hans Pauli Strøm, Jørgen Niclsen, Jógvan á Lakjuni, Kaj Leo Johannesen og Jóhan Dahl. Síðani fóru flokkarnir hvør til sítt, og fyri eimum tíma síðani hittust teir seks aftur.
Lítið og onki fæst at vita um, hvussu samráðingarnar ganga. Bert, at andin er jaligur, men at ósemja eisini er um fleiri mál.
Ímeðan bíða andstøðuflokkarnir eftir teirra møguleika fyri at sleppa framat.