Øll mugu standa saman um húsið

– Við tí ferðini Rani hevur, er tað bara talan um nakrar fáar dagar áðrenn Íverksetarahúsið er fult í virksemi, sigur Jens Ravn, sum heitir á politikarar og vinnulívsfólk um stuðla húsinum

Jens Ravn er ikki í iva um, hvør fortreytin er fyri, at tað skal vera Íverksetarahúsinum í Klaksvík lív lagað.
– Politiski stuðulin má vera 100 prosent. Eisini mugu tey, sum mynda vinnulívið í dag, taka undir við hesum og stuðla ætlanini. Síðst men ikki minst mugu fjølmiðlarnir halda kókið í grýtuni.
– Tað sigur seg sjálvt, at tess størri ans fjølmiðlarnir geva hesum, tess meiri veksur áhugin. Og tá áhugin veksur, er tað fleiri møguligir íverksetarar gera vart við seg, sigur Jens Ravn.

Stórur tørvur á húsinum
Tað er eitt ár síðani, at Jens Ravn og Rani Nolsøe fóru undir samstarvið, sum nú sæst aftur í, at Íverksetarahúsið í Klaksvík er latið upp.
Við Sosialin í farnu viku segði íverksetarin Søren Ejlersen seg síggja stórar møguleikar í Íverksetarahúsinum.
– Hetta er ein góð verkætlan. Hetta verður gjørt alla aðrastaðni við. Fyri at gera vart við seg og fyri ikki at verða yvirhálað á globala marknaðinum, segði Søren Ejlersen tá.
Og Jens Ravn sær somuleiðis stórar møguleikar í Íverksetarahúsinum.
– Við tí ferð Rani (Nolsøe, blðm.) hevur, er tað bara nakrar dagar tað snýr seg um, so er fult av virksemi í húsinum, flennir Jens Ravn, men sigur so, at tað er ilt at meta um, júst hvussu langa tíð tað tekur at skapa eitt støðugt virksemi í einum slíkum húsi.
– Hinvegin vil eg gjarna sláa fast, at tørvurin á einum slíkum húsi her er stórur, sigur Jens Ravn.