Øll norðurlond á Summarstevnu á Tvøroyri

Í august í ár verður stór róðrar- og mentanarstevna á Tvøroyri, har fólk úr øllum norðanlondum verða við og fara at rógva kapp

Róðrar- og mentanarstevna

Í summar verður Tvøroyri miðdepilin fyri eini stórari norðurlendskari summarstevnu.
Hetta er ein róðrar- og mentanarstevna, sum verður í døguum frá 9.-11. august í summar og har fara fólk úr øllum norðurlondum at verða við.
á tíðindafundi á Tvøroyri hósdagfin, fingu vit at vita, at fyribils hava yvir 200 fólk úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi og Grønlandi boðað frá luttøku.
Hugskotið til tiltakið eigur Ólavur á Heygum, sum ognaði sær gamla kappróðarbátin á Tvøroyri, 10 mannafarið Tvørabátin.
Hann vendi sær til Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, sum er kappróðrarfelagið á Tvøroyri við hugskotinum og har varð tað loftað beinanvegin.
Og endamálið við stevnuni er júst at menna áhugan fyri føroyska bátinum. Eydnast stevnan á Tvøroyri væl, er ætlanin at skipa fyri slíkum stevnum í onkrum av hinum londunum eina aðru ferð, um hugur er til tess og at gera hetta til ein fastan tátt í norðurlendska samstarvinum, kanska annaðhvørt ár.
Norðurlendingarnar, sum koma við, eru fyri ein stóran part feløg, sum frammanundan hava føroyskar bátar, men ikki øll.
?Í hinum norðurlondunum er tað ikki søret áhugi fyri føroyska bátinum og tað eru feløg í ymsum londum, sum eiga føroyskar bátar. Nógvir av luttakarunum á stevnuni vera fólk úr hesum feløgunum, siga fyrireikararnar.
Á stevnuni er kappróður við føroyskum bátum ímillum manningar úr teimum ymsu norðurlondunum.
Men ætlanin er eisini at vísa fram útlendskar bátar og tað er eisini ætlanin at grønlendingar koma hendavegin at vísa fólki kynstrið at rógva í kajakk.

Mentanartiltøk
Men tað er ikki bara kappróður á skránni. Talan er um eina róðrar- og mentanarstevnu, og tískil eru tað Tvøroyrar Fornminnisfelag, Bátafelagið Naddoddur og Tvøroyrar Kommuna, sum skipa fyri tiltakinum saman við Kappróðrarfelagnum.
At samskipa tiltakið, hava fyrireikararnir fingið Suðuroyar Kunningarstovu.
Av mentanarligum tiltøkum, er eitt nú ætlanin at vísa fram fornminnissavnið, Kongliga handilin hjá Thomsen, har nógv gamalt er varðveitt, umframt sjálvsagt føroyskan dans, fólkadans, kórsang, Naddodd, tann gamla føroyska bátin, kanska grindabátar úr Vági . Ætlanin er eisini at hava onkrar fyrilestrar á skránni um áhugaverd evni o.a.Um kvøldarnar verður eisini skipa fyri ymsum tiltøkum. Men enn er skráin ikki løgd í fastar rammur
Natúran er heldur ikki gloymd og stevnugestirnir fáa høvi at vitja runt í Suðuroynni, umframt at ætlanin er at fara ein túr runt um oynna við Smyrli.
Teir útlendsku gestirnir sleppa eisini fram at vísa okkurt fram, sum sereykennir teirra land og mentan. Eitt nú verður grønlendskur trummudansur á skránni.
Men eitt slíkt tiltak er dýrt. Fyribils hevur Tvøroyrar Kommuna sett 100.000 krónur av til endamálið, umframt at skúlarnir í kommununi eru til taks at gista og eta í.
Fyrireikararnir siga, at ætlanin er søkja almennar og privatar grunnar um stuðul og at finna onkran sponsor.
? Onkur sponsorur hevur longu víst áhuga, siga fyrireikararnir.