Verkfall
Tá ið verkfall er, plaga fakfeløg viðhvørt at herða tiltøkini fyri at leggja størri trýst á mótpartin.
Men, nú Skipara og Navigatørfelagið er farið í verkfall, hevur tað gingið øvugta leið.
Tá ið verkfallið varð lýst á miðdegi hósdagin,varð samstundis lýst við, at Teistin og Ternan høvdu undantaksloyvi at røkja sjúkraflutning um ávikavist Skopunarfjørð og Vestmannasund.
Men nú hevur Skipara- og Navigatørferlagið eisini lýst, at øll skipini hava fingið undantaksloyvi til at røkja sjúkraflutning.
Sostatt eru manningarnar á øllum Strandfaraskipunum aftur umborð, til reiðar at sigla við sjúklingum og læknum, skuldi tað gjørst neyðugt.
Onkur smábátur hevur verið brúktur til sjúkraflutning um Leirvíksfjørð, men Skipara- og Navigatørfelagið hevur nú gjørt vart við, at øll strandfaraskipini, og sostatt eisini tað um Leirvíksfjørð, hevur undantaksloyvi at sigla við sjúklingum og læknum og at hetta tí ikki longur er verkfalsrakt øki.
Skipara- og Navigatørfelagið hevur sostatt víðka undantaksloyvini til at umfata øll skip, hóast ósemja er, hvørja samsýning, yvirmenninir skulu hava, fyri at vera til reiðar.
Fíggjarmálastýrið tvíheldur um, at menninir fáa bara gjaldið fyri tilkallivaktir, sum er 17 krónur um tíman yrkadagar og 34 krónur um tímar sunnu- og halgidagar.
Hinvegin tvíheldur Skipara- og Navigatørfelagið um, at menninir skulu hava vanliga løn tað tíðina, skipið átti at siglt eftir ferðaætlanini og at gjaldið fyri tilkalling er bara galdandi um kvøldið og um náttina, tá ið skipið annars liggur.
Og nú Skipara- og Navigatørfelagið hevur víðka undantaksloyvið til sjúkraglutning til at umfata øll skip, er kravið framvegis, at yvirmenninir skulu hava vanliga løn.
Ellintur Abrahamsen sigur, at vil Fíggjarmálastýrið ikki betala teimum lønina, fer felagið at krevja hana inn aðrar vegir, tvs, at málið endar í rættinum.
Hann sigur, at tilsamans eru tað 20-25 mans, sum eru í verkfalli og á miðdegi í gjár hevði enn onki samband verið ímillum partarnar.