Øll skulu hava møguleika !

Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna fyri Ráðið fyri Brekað

Nú hásummar er, eru nógv forvitnislig tiltøk at fara til. Ráðið fyri Brekað vil í hesum sambandi minna á, at tað er sera umráðandi at fyriskiparar hugsa um atkomuviðurskiftini.

Øll eiga at fáa høvi at luttaka, og soleiðis kunna verða ein virkin partur av øllum tí, sum verður bjóðað. Jú betri atkomuviðurskiftini eru, tess fleiri kunnu luttaka.

Hetta er ikki minst galdandi, nú Ólavsøkan stendur fyri durum, og nógvir gestir vitja land okkara.

Málið er m.a. at bróta niður tær forðingar, sum gera, at eitt nú røðrslutarnaði ikki sleppa frammat.