Tað er nú alt, sum bendir á, at Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, fær undirtøka fyri uppskotinum, hon hevur lagt fyri Løgtingið um, at øll skulu hava sama rætt á arbeiðsmarknaðinum.
Tað, hon skjýtur upp, er at seta bann fyri mismuni av øllum handa slagi á arbeiðsmarknaðinum. Hon sigur, at hetta er ein lóg, sum er við til at tryggja, at vit hava ein nútíðar arbeiðsmarknað við javnbjóðis rættindum til allar løntakarar.
– Hetta merkir, at tey øll skulu viðgerast líka, eisini í sambandi við brek, barsil, familjustøðu, ella hóast onkur frábregði skuldi verið. Hetta er eisini ein lóg, sum gevur fólki, sum bera brek ella hava eina kroniska sjúku, betri rættindi á arbeiðsmarknaðinum, tí lógin hevur greiðar ásetingar um, at arbeiðsgevarin hevur skyldu til at tillaga seg.
Og nú uppskotið hevur verið til viðgerðar í Rættarnevndini hjá Løgtinginum, tekur øll samgongan undir við, at hon verður sett í verk. Og her kann leggjast afturat, at Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum annars hevur boðað frá, at hann tekur støðu frá máli til mál, tekur eisini hann undir við uppskotinum.
Tey halda, at hetta er eitt frambrot og kann verða fyribyrgjandi. Samstundis er ætlanin, at tá ið lógin hevur verið í gildi í trý ár, skal ein óheft frágreiðing gerast, sum eftirmetir hana.
Tey í andstøðuni taka kortini ikki undir við ætlanini, tí tey halda ikki, at hetta lógaruppskotið er ikki nóg gjøgnumarbeitt og fullfíggjað. og er tí ikki búgvið at samtykkja og at seta í verk sum lóg.
Tey halda, at orðingarnar eru mangan ov leysar og fløktar, og tað fer heilt vist at hava við sær, at lógin verður sera trupul at umsita. Og tey vísa á, at bæði Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Kærustovni og Javnstøðunevndini halda eisini, lógaruppskotið átti at verið betur fyrireikað og gjøgnumarbeitt í samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.