Øll skulu verða tryggjað hjá ALS

Viðmerking til Jørn Astrup Hansen í Sosialinum í gjár

S & K felagið er av tí áskoðan, at øll skula verða tryggjað í arbeiðsloysisskipanini hjá ALS, tað skal ikki verða upp til tann einstaka. Føroyar eru eitt ov lítið land til at hava fleiri arbeiðsloysisskipanir. Vit eru samd við Jørn A. Hansen, at tíðin er búgvin, at endurskoða ALS skipanina. Tað skulu allar skipanir gerast loypandi. Um vit taka dømi, sum verður nevnt í greinini um arbeiðsmannin við eini inntøku á 250.000 kr. og læknan við eini inntøku á 1.000.000 kr. og báðir fáa sama útgjald úr ALS skipanini. Nemliga 70% av eini arbeiðsmannaløn. Er hettar tá ein arbeiðsloysistrygging hjá læknanum. Møguliga skal útgjaldið tengjast at inntøkuni hjá tí einstaka.

Skipanir, sum tann við ALS, barsilsskipanin og Samhaldsfasta, skula verða fyri øll, og tað skal ikki verða møguligt at frávelja tær.

Í dag er tað møguligt hjá onkrum at frávelja at gjalda til barsilsskipanina móti at missa rættin til útgjald úr barsilsskipanini. Hettar halda vit verða skeivt. Tað skal ikki verða møguligt hjá nøkrum bólkum í samfelagnum at frávelja hesa skipan. Øll skula verða líka fyri lógini. Øll skula gjalda inn í barsilsskipanina og hava rætt til útgjald.

Gjaldið til ALS, Barsilsskipanina og Samhaldsfasta er ikki skattur, men eitt arbeiðsmarknaðargjald fyri at hava ymiskar tryggingar til tey sum virka á arbeiðsmarknaðinum.

Arbeiðsmarknaðurin hevur frammanundan nøkur gjøld, t. d. til eftirlønarskipanir, samlagstryggingar, limagjøld o. a. Hesi gjøld eru heldur ikki skattur, men nøkur gjøld, sum eru avtalað millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

 

 

 

 

 

 

Í grein har Jørn A. Hansen greiðir frá sínum sjónarmiðum um ALS skipanina, stendur at lesa

“Eitt lógarfest monopol, sum Arbeiðsloysisskipanin, er ikki í lagi. Kanska hevði tað – sum á tryggingarmarknaðinum annars – verið sunt við eitt sindur av kapping. Men óiva hevði tað verið nóg mikið, um vit lótu tað upp til tann einstaka lønmóttakaran at gera av, um hann vil tryggja seg móti arbeiðsloysi, sigur Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum í viðmerking, sum verður at lesa í Sosialinum seinni í dag

Fyrrverandi stjórin í Føroya Banka og núverandi formaður í Búskaparráðnum leggur ikki fingrarnar ímillum. Hann sigur, at ALS er ein leivd frá korporativa planbúskapinum, sum fór til grundar í 1992. Hann vísir á, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum velja hvør sínar tríggjar limir í nevndina, meðan landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum velur formannin – eins og í Ráfiskagrunninum á sinni.

 

Hann heldur tað eisini vera hugvekjandi, at fólk eru tvungin í skipanina við løgtingslóg.

 

- Gjaldið til skipanin er soleiðis at rokna sum ein skattur – ein proportionalur skattur, sum tó bert verður roknaður av A-inntøkuni. Tað er undarligt, at lóggevararnir soleiðis hava tillagt pørtunum á arbeiðsmarknaðinum rættin til at útskriva og uppkrevja skatt, heldur Jørn Astrup Hansen.

 

Hann sigur eisini, at ALS skipanin er púra uttan fyri tað, sum vanliga eyðkennir vanliga tryggingarmarknaðin. Hann vísir á, at løgtingið hevur samtykt, at lønmóttakarar í eitt fimm ára skeið skulu kunna fáa 70% av eini arbeiðsmannaløn í 798 dagar.

 

- Løgtingið hevur eisini gjørt av, at kostnaðurin av hesi inntøkutrygging skal fíggjast við einum serskatti, sum verður útskrivaður av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og soleiðis ikki sum ein partur av fíggjarlógini.

 

Jørn Astrup Hansen vísir eisini á, at lønmóttakarin ikki sjálvur kann gera av, um hann vil tryggja seg ella ikki móti arbeiðsloysi. Og so er tryggingarinngjaldið als ikki treytað av tryggingarútgjaldinum, men eftir inntøkuni.

 

- Hugsa tær, at vit hava vant okkum við hetta. Ímynda tær, at tú vendir tær til títt tryggingarfelag fyri at fáa upplýst, hvat tú skalt gjalda fyri eina kaskotrygging til tín nýggja bil. Tá tú so sigur tryggingini, at tú hevur keypt ein Audi A6, so svarar tryggingin, at tað er uttan áhuga. Hon vil bara hava at vita, hvussu stór inntøkan hjá tær er, so setir hon gjaldið eftir tí!!!

 

Síðani tekur Jørn Astrup Hansen eitt dømi um ein arbeiðsmann, sum tjenar 250.000 kr um árið og ein ein lækna, sum tjenar 1.000.000 kr. Arbeiðsmaðurin skal rinda 5.000 kr ella 2,9% í trygging, meðan læknin skal gjalda 20.000 ella 11,4% av teimum 170.000, sum báðir í mesta lagi fáa útgoldið.

 

Formaðurin í Búskaparráðnum vísir á, at ALS hevur nýtt sum grundgeving fyri ikki at lækka inngjaldið, at hetta kann hava negativa ávirkan á búskapin.

 

- Men rætturin til at útskriva skatt skal einans liggja í Løgtinginum og ikki hjá Arbeiðsloysisskipanini, sigur hann.

 

Jørn Astrup Hansen ivast ikki í, at ALS er komið fyri at vera. Men hann heldur tíðina langt síðani verða komna til at endurskoða skipanina. Hann heldur eisini, at rættast er, at hetta verður gjørt í løgtinginum í friðartíð.

 

- Kanska hevði tað verið nóg mikið, um vit lótu tað upp til tann einstaka lønmóttakaran at gera av, um hann vil tryggja seg móti arbeiðsloysi, sigur Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum.”