Irakska stjórnin og amerikanska umsitingin í Irak hava sett sær fyri, at irakar skulu á val í januar, sama hvat tað kostar.
Men nú bendir nógv á, at allir irakar kunnu ikki rokna við at sleppa at velja. Amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, hevur sagt einari nevnd hjá Senatinum, at tað kann væl henda, at einki val verður í teimum økjunum, har tað er serliga ófriðarligt. Við BBC sigur Rumsfeld, at soleiðis sum hann skilir støðuna í Irak, fer tað at bera til at halda val í trimum fjórðingum ella fýra fimtapørtum av landinum. Spurdur, um tað ikki hevði verið rættari at útsett valið, svaraði Rumsfeld avgjørdur nei.
Bæði George W. Bush, forseti, og irakski forsætisráðharrin, Ayad Allawi, hava sagt, at tað kemur ikki upp á tal at útseta tað ætlaða valið. ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, segði í síðstu viku, at batna trygdarviðurskiftini í Irak ikki, verður ikki talan um eitt veruligt val.