Hondbóltur
26. mai verður aðalfundur hjá Hondbóltssambandinum. Sum fyrireiking til hetta hevði HSF limafund við feløgini um vikuskiftið, og her vórðu tvær ógvuliga prinsipiellar avgerðir tiknar.
Fyrst og fremst, so verður leisturin fyri Atlantic Airways-kappingina og Sunset-kappingina nú eins. Og í báðum førum verður tað so, at stigatalið ikki verður hálverað eftir grundspælið.
- Tað hava vit valt, tí tað tvingar liðini at vera í gongd størri part av árinum. Telur tann fyrsti dysturin eins nógv sum tann seinasti, so hava liðini ikki ráð at bíða, til kappingin er hálvrunnin, sigur Kristian Johansen, formaður í HSF.
Sum dømi um hetta kundi mansliðið hjá Kyndli verið nevnt. Ymsar orsøkir gjørdu, at liðið kom sera seint ígongd í fjør. Og eftir grundspælið vóru teir meira botn- enn oddalið. Fullmannaðir og í fullari venjing settu teir tó ferð á í endaspælinum, og so eydnaðist sjálvandi eisini at vinna finaluna.
Finaludyst verður talan tó framvegis um. Bæði tí finalurnar hava eydnast sera væl higartil, men eisini fyri at forða fyri, at kappingin í prinsippinum kann verða avgjørd longu í februar, um tað eina og aleina er stigatalvan, sum er avgerandi.
Og við seks liðum í fremstu deildunum verður talan eisini um upp- og niðurflyting. Er vinnarin av 1. deild eitt lið, sum hevur møguleikan at flyta upp, verður talan um beinleiðis uppflyting. Hartil kann 2’arin spæla um møguleikan fyri uppflyting. Tað merkir, at í prinsippinum kann talan gerast um tveir uppflytarar hjá kvinnum, har vaksnu røðirnar hava átta aktiv feløg.
Og at enda varð eisini sligið fast, at samtyktu broytingarnar galda næstu trý árini. Hetta fyri at skapa stabilitet um eina kapping, har broytingarnar seinnu árini hava verið fleiri, enn gott er.