Øll suðuroyarliðini vunnu sínar dystir í fyrsta undan umfarið í kappingini um løgmanssteypið. Royn stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum, tá teir vunnu 2-1 í Leirvík. Kristian í Vági legði heimaliðið frammum, men hvalbingar svaraðu aftur við tveimum málum, og vunnu sostatt 2-1.
Á Sevmýri fingu tvøramenn vitjan av FRAM. TB vann heili 8-0, eftir hálvleiksstøðuna 5-0. Rættiliga stórur munur var á liðunum allan dystin, og talan var um rættiliga uppvísning frá heimaliðnum
Sumbingar máttu út brotssparkskapping, áðrenn teir loksins vunnu seg fram í annað undan umfarð. Dysturin millum B71 og Sumba var javnur, og tá 90 minuttir vóru farnir stóð 1-1. Bæði málini komu í seinna hálvleiki.
Veteranur Eli Hentze legði B71 á odda, meðan Eirik Joensen svaraði aftur fyri sumbingar. Onki mál kom í umdystinum, og sumbingar gjørdist teir drúgvaru brotssparkskappingini, sum teir vunnu 4-3
Uppflytararnir AB vitjaðu ÍF sunnudagin. Dysturin endaði málleysur, og eftir heili átta brotsspørk í part, vann AB 7-6.
Úr Fuglafirði verður sagt, at úrslitið ikki var heilt rættvíst. Heimaliðið hevði yvirvág á spæli stóran part av dystinum, men bólturin vildi ikki í mál. AB leikti stóran part av øðrum hálvleiki við tíggju monnum, tí málverjin nýtti neyðbremsuna tíðliga í øðrum hálvleiki.
Urslitini í 1. undanumfari í kappingini um løgmanssteypið:
TB-FRAM 8-0 (5-0)
Kaj Roest 3, Dan Mortensen, Jón Johannesen, Olivur Abrahamsen, Bárður Dimon, Vladimir
LÍF- ROYN 1-2
1-0 Kristian í Vági
1-1 sjálvmál
1-2 Hanus Toftheyggj
B71-Sumba 1-1 (0-0) , Sumba víðari eftir brts.
1-0 Eli Hentze
1-1 Eirik Joensen
ÍF-AB 0-0 (0-0), AB víðari eftir brts.
Dystirnir í øðrum umfari komandi vikuskiftið:
Sumba- AB
TB-ROYN