útlendskir miðlar
Skotska landsliðið fekk eina sera kaldliga móttøku av Føroyaferðini, um metast skal eftir sunnudaginsbløðunum har á leiðini.
»Hepnir skotar fingu javnleik« og »Fullkomin eyðmyking« taldust millum yvirskriftirnar í skotsku bløðunum, og serstakliga er tað týski venjarin hjá skotum, Berti Vogts, sum stendur fyri skotunum frá skotunum.
Sunday Mail hevði nýtt alla baksíðuna til at siga venjaranum, at »Tín tíð er farin Berti, vit kunnu ikki halda fram soleiðis«, og sum tað stendur aðrastaðni á hesum síðum, so gevur Barry Ferguson eisini blaðnum rætt í hesum.
Scotland on Sunday vóru kanska enn meira lemjandi í sínum dómi, tá teir slerdu fast, at sjálvt ein gøluraktur politikkari hevði havt betri møguleikar enn Vogts at siti í sessi sínum, og Scotland on Sunday steðgaðu ikki á við hesum: »Vogts fór við Føroyum« og »Eg spæli á skotska landsliðnum....hjálp mær burtur« taldust millum yvirskriftirnar, tá metast skuldi um avrikið á Svangaskarði.
Og millum tær meira speisku yvirskriftirnar taldust eisini nakrar, sum ikki uttan víðari kunnu umsetast til føroyskt: »Faroe 2 Zeros 2« skrivaði Scottish News of the World, sum eisini hevði prýtt baksíðuna við tí sera einfalda »Clueless«, og á næst afturstu síðu stóð »Beri?s dudes are truly a laughing stock».
Tað vóru tó ikki øll, sum dugdu at síggja tað stuttliga í hesum. Í øllum førum ikki hjá Sunday Herald, sum eftir dystin søgdu »Utter Humiliation, Who do you think you are kidding, Mr. Vogts!«
Sum skrivað aðra staðni, so sigur skotska fótbóltssambandið seg framvegis hava fult álit á Vogts, men sum onkur klummuskrivari tók til, so er ein venjarasessking ofta í kjalarvørrinum í slíkum úttalilsum.
Hvussu er og ikki, so er tað framvegis langt ífrá víst, at Vogts verður sekkjaður. Fleiri atkvøðugreiðslur eru at finna á ymsum heimasíðum, og tó at tær flestu vísa, at fólkið vil hava Vogts frákoyrdan, so er meirilutin ikki so stórur, sum vandi annars kundi verið fyri.