Øll tosa um fótbólt á oljumessu

Olja ella ikki. Tað er ikki júst tað, sum dregur fólk til føroyska framsýningarbásin á oljumessuni í Aberdeen. Tað er harafturímóti komandi stórdysturin í fótbólti millum Skotland og Føroyar. Vitjandi kunnu vinna ferð til Føroya, um tey tippa rætta úrslitið av dystinum, og tippingin gongur sum heitt breyð

Sosialurin, Aberdeen: Hóast Føroyar enn ikki av álvara eru komnar á altjóða oljukortið ? eftir fýra brunnar er enn einki lønandi oljufund gjørt ? so er áhugin fyri føroyska framsýningarbásinum á oljumessuni í Aberdeen óvanliga stórur.
Orsøkin er, at øll tey túsundtals vitjandi hava møguleika at tippa um úrslitið av komandi landsdystinum millum Skotland og Føroyar, og harvið verða við í kappingini um ferðir til Føroya við Atlantic Airways.
Og tær tríggjar tippingarskálirnar drega til sín sum magnetur. Her í Skotlandi verður nógv skrivað og tosað um fótbóltsdystin millum grannatjóðirnar báðar, og vitjandi á oljumessuni streyma til føroyska básin at leggja síni visitkort í eina av skálunum. Tú kanst tippa, at Skotland vinnur, at Føroyar vinna ella javnleik.

Borgarstjórar tippa
Og tað er júst javnleikur, sum nýggi borgarstjórin í Aberdeen, Lord Provost, John Reynolds tippaði, tá ið hann og konan vitjaðu á føroyska básinum týsdagin.
? Eg eri diplomatiskur og rokni avgjørt við einum jøvnum dysti, nú vit hava hoyrt og sæð, hvussu væl føroyingar klára seg í fótbólti.
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, tók ímóti skotska starvsbróðrinum. Eisini hann nýtti høvið til at tippa.
? Føroyar vinna við einum máli.
Fyri at fáa javnvág í tippingina legði konan hjá Lord Provost sítt kort í skotsku vinnaraskálina. Og soleiðis verða hundraðtals visitkort løgd í skálirnar.
Hesin so týdningarmikli steðgur við føroyska framsýningarbásin gevur nevniliga føroyska umboðunum tað høvið, sum er so ynskiligt at koma á tal við tey vitjandi.
Hóast tað ikki er so nógv at práta um og vísa á, tá talan er um positiv úrslit frá leitingini eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum, so nýta teir umleið 20 føroyingarnir á básinum høvi til at greiða frá um Føroyar og menningina.

Elttør er við
Við í føroysku delegatiónini er eisini Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum.
Hann hevur so havt møguleikan at hitta fleiri framstandandi fólk í altjóða oljuvinnuni og at kunna seg um útviklingin - gongdina á tí stóra oljuøkinum. Eitt nú luttekur Hetland við einum stórum bási á oljumessuni. Eins og vit føroyingar seta hetlendingar eisini sínar vónir til nýggj oljufund á Atlantsmótinum, millum Heltand og Føroyar.
Millum mongu gólkini, landsstýrismaðurin nýtti høvi at tosa við, vóru fimm oljuserfrøðingar út tí lítla, men ovurríka oljulandinum í Miðeystri, Qatar, sum eru á skeiði í Aberdeen.
? Tað er hugaligt og gevandi at práta við hesi ungu og vitandi fólkini, sum liva mitt í oljuresinum, sigur landsstýrismaðurin, sum tó ásannar, at útlendski áhugin fyri Føroyum sum oljutjóð sjálvandi er sera avmarkaður, nú einki lønandi fund er gjørt.
Møguleiki hevur tó verið hjá landsstýrismanninum og øðrum føroyingum at lurta eftir, hvat rørist í oljuverðini og her ikki minst, hvørjar avbjóðingar standa fyri framman.
Ein av hesum avbjóðingum, sum verður umrødd á ráðstevnuni her í Aberdeen, er fyri okkum føroyingar sera viðkomandi spurningurin um at betra seismisku tøknina til tess at kunna síggja gjøgnum basalt og síðani eisini at kunna bora ígjøgnum basalt skjótari og lættari.

Nýggjur áhgui
Mongu áhugaverdu fyrilestrarnir á oljuráðstevnuni snúgva seg eisini um framtíðar fígging av oljuleiting og annars um tær broytingar, sum eru í Norðsjónum, har smærri og nýggj oljufeløg taka yvir uppgávurnar frá teimum stóru oljufeløgunum.
Eyðun Elttør skal eisini hava fundir við oljufeløg, meðan hann er í Aberdeen. Eitt nú skal hann hitta umboð fyri BP. Hesin oljurisin hevur bundið seg til at bora tveir brunnar afturat á landgrunninum.
Annars er ikki gott at vita, hvat landsstýrismaðurin hevur við sær skjáttuni í Aberdeen. Tað er hugsandi, at partur av »herferðini« í tí europeiska oljuhøvuðsstaðnum er at birta undir áhugan fyri eini nýggjari avbjóðing har norðuri á landgrunninum.
Men sum sagt ? mitt í øllum oljumeldrinum ? so er tað fyrst og fremst fótbóltsdysturin millum Skotland og Føroyar, sum er í fokus á føroyska básinum í Aberdeen.