Øll trý sjúkrahúsini skulu hava felags leiðslu

Nú skal sjøtul av álvara setast á arbeiðið at samskipa tey trý sjúkrahúsini.

Tað ætlar Sambandsflokkurin. Kaj leo Holm Johannesen, løgmaður, og formaður Sambandsfloksins, segði á landsfundinum hjá flokkinum í Skopun í gjár, at endamálið er nú at samskipa tey trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu.

Hetta er ein spurningur, sum mangan hevur verið frammi, men ætlanin hevur møtt harðari mótstøðu, tí mett verður, at hetta fer at miðsavna allar viðgerður í Havn so at tey smáu sjúktahúsini verða niðurlagað.

Men sambært løgmanni er ongin orsøk at óttast.

Hann sigur, at fyrsta stigið í hesum arbeiði skal vera, at staðfesta politiskt, at vit skulu hava trý sjúkrahús í Føroyum og at sjúkrahúsið í Klaksvík og á Tvøroyri skulu ikki niðurleggjast í hesi bygnaðarbroytingini.

- Vit skulu seta eina leiðslu á føroyska sjúkrahúsverkinum, sum veruliga sleppur at leiða og stinga út í kortið av nýggjum, segði Kaj Leo Holm Johannesen.

Talan skal sostatt verða um eina felags leiðslu, sum fær fulla ábyrgd av øllum teimum trimum sjúkrahúsunum.

- Leiðarin fær eisini ábygdina av at staðfesta, hvat virksemi skal vera á hvørjum av teimum trimum sjúkrahúsunum.

Avgerðin um, hvørjum sjúkrahúsi tær ymsu viðgerðirnar skulu verða á, skulu fyrst og fremst takast útfrá, hvar sjúklingurin fær ta bestu viðgerðina.

Í øðrum lagi skal avgerðin takast út frá, hvussu arbeiðsumstøðurnar eru hjá starvsfólkunum og í triðja lagi skal avgerðin takast út frá, hvørjar rakstrarfyrimunir, tað hevur við sær.

Hann heldur, at ein og hvør sjúklingur eigur at spyrja seg sjálvan, hvar hann fær tað bestu viðgerðina.

- Er tað hjá einum lækna, sum hevur 200 viðgerðir av tí slagnum um árið, ella hjá einum, sum hevur 10, spurdi Kaj Leo Holm Johannesen.

- Tað ræður um, at læknin er í so góðari venjing sum gjørligt og ikki um, hvussu sjúkrahúsið eitur, legði hann afturat.

Bjørn Kalsø sigur, at tað allarfyrsta, sum verður neyðugt, er at staðfesta, hvat virksemi skal verða á hvørjum einstøkum sjúkrahúsið, so at tað stríðið, sum onkuntíð tekur seg upp ímillum tey trý sjúkrahúsini, ikki beinir fyri øllum.

Í hesum sambandið sigur, at hann, at tað skulu heilar sergreinir leggjast undir tey smáu sjúkrahúsini.