Øll ættarliðini politikarar

Øll ættarliðini í Handilsvirkinum Niclasen í Sørvági hava verið politikarar.
Fyrstu ættarliðini, Dánjal Niclasen (Ríki-Dánjal) og Niclas Niclasen (Niclas Norð í stovu) vóru løgtingslimir. Næstu tvey ættarliðini, Dánjal Niclasen og Niclas Niclasen, vóru borgarstjórar í heimbygdini, og núverandi stjórin Jørgen Niclasen er løgtingsmaður

Hjá familjuni Niclasen í Sørvági hevur umframt vinnuvirksemið eisini verið áhugi fyri politikki. Øll ættarliðini hava verið politikarar. Dánjal Niclasen (Ríki-Dánjal) var løgtingsmaður frá 1891-1900. Sonurin Niclas Niclasen (Niclas Norð í stovu) sat í løgtinginum frá 1928-1936.

Tá ríki-Dánjal andaðist 21 . mars 1900 stóð soljóðandi minningarorð í Dimmalætting:

"Købmand og lagtingsmand Daniel Niclasen af Sørvaag afgik ved Døden í Tirsdags i forrige Uge den 21. dennes i en Alder af 59 Aar. Den afdøde var en sjelden driftig og dygtig Købmand og Jordbruger og havde forstaaet at erhverve sig en efter vore Forhold betydelig formue. Paa Grund af sin ualmindelige Viljestyrke og uopslidelige Virksomhedstrang indtog han en Førerstilling i sin Hjembygd og bidrog ved sit Eksempel utvivlsomt ikke lidt til at fremme Bygdens Drift baade til Søs og til Lands, og som Følge heraf den betydelige Udvikling, som Bygden har undergaaet den sidste Menneskealder.

Den afdøde blev í 1891 valgt til Medlem af Lagtinget i Stedet for afdøde Sysselmand Nielsen og blev genvalgt i Aarene 1895 og 1899. Som Politiker stemte han aldid med dem, som holdt stærkest paa det bestaaende, og de fleste af de nyere Reformer, som offentligt Skolevæsen, Kommunalvæsen, friere Ret til opdyrkning m.m., var han alt andet end en ven af. Egentlig yndede han ikke det parlamentariske Liv og saa tilbage paa de Tider, da Amtmanden og de ham underordnede Autoriteter sad inde med al Magt, som langt at foretrække for den Tilstand, hvori Styrelsen nu ved Lagtingets Medvirken var kommen."

Munur á feðgum

Stórur munur var á hesum feðgum. Dánjal var afturhaldsmaður, meðan sonurin Niclas var framburðsmaður og harvið frammaliga í sjálvstýrisrørsluni.

Um sonin Niclas Norð í Stovu vóru eisini minningarorð eftir hansara deyð 12 oktober 1939. Dagin eftir hevði Nyhold Debess eina yrking um Niclas í Tingakrossi. Endin á yrkingini var soljóðandi:

"Tú segði frá, sum landið lá,
fríð var tín lund.
Tú stimbraði tey, sum í iva stóðu,
tú revsaði tey, ið lógu og svóvu,
títt minni tindar branda."

Í sama tingakrossi er minningarorð, sum "Vinur" hevur skrivað. Har stóð m.a.:

"Niclas var sonur tann viðgitna Dánjal Norð í Stovu í Sørvági og tók 22 ára gamal við faðir síns handli og búgvi, sum hann røktaði fram til glæsiliga fyrimynd í síni bygd, so um sporini hava víst og enn vísa. "
???
"Niclas Niclasen sat sum løgtingsmaður fyri Vága Sýslu frá 1928-1936. Hann var nakað uppi í árunum, tá hann kom á ting, men hann kom við fýrigum sinni sum nakar unglingi. Sum royndur og dugnadi keypmaður, bóndi, fuglamaður og hegnismaður og við sínum brennandi huga til at dugna føðilandinum, ruddaði hann sær skjótt rás á tingi, sum ein av oddamonnunum fyri sjálvbjargnisstarvi Føroya fólks. Hann vísti á, at hann, umframt at eiga dugnaskap til at vera talsmaður føroyinga í øllum landsins heimaviðurskiftum, eisini var av tí forna føroyska bergi brotin, sum sá, hvar ómagasárini frá hundrað ára embætisvaldi bløddu, og tí dugdi at ota undir leiðina til endurbøting."

Borgarstjórar

Næstu tvey ættarliðini høvdu størri áhuga í lokalpolitikki. Dánjal Niclasen var borgarstjóri í heimbygdini frá 1946-1954, meðan Niclas Niclasen var borgarstjóri frá 1966-1970.

Eftir at Dánjal andaðist í 1971 hevði Leif Waagstein minningarorð um hann í bløðunum. Tvey brot úr minningarorðinum vóru:

"Dánjal hoyrdi til tað ættarlið av vinnulívsmonnum, sum vóru vaksnir upp við sluppum og útróðri, og tá hann var ungur maður, var Sørvágur ein av fremstu útróðrar bygdum í Føroyum. "

"Dánjal var av fryntligastu monnum, men hann var tó ongantíð bangin fyri at siga sína meining, so hon skiltist, og hann kundi viðhvørt vera nokk so bersøgin, uttan tó at ganga nøkrum ov nær.

Tann tíðin, sum Dánjal Niclasen virkaði í tí føroyska samfelagnum, førdi við sær stórar broytingar, ikki minst innan fiskivinnu og framleiðslu uppi á landi.

Dánjal Niclasen var ein av teimum, sum myndaði hesa tíð og var við til at tryggja tann framburðin, sum hendur er.

Eg hugsi ikki, tað er ov nógv sagt, at við Dánjali mistu Føroyar ein av sínum stóru synum."

Av leiðarunum í fyritøkuni, er bert tann yngsti eftir. Niclasi eydnaðist ikki at uppliva 140 ára dagin hjá fyritøkuni.

10. September í ár (2004) sløknaði hansara lívsneysti brádliga. Men sum skrivað stendur í Jóhannusi: "hann livir, um hann so doyr." Hansara ljós livir í minnunum hjá øllum. Við honum er ein sonn bygdarmynd er farin.

Niclas var góður og frintligur. Dugdi við skálkabrosi at síggja tað skemtiliga og fáa róma rundan um seg. Hann var góður við øll og helst betur við øll onnur enn seg sjálvan.

Niclas hevði stórt hugflog og góðan vilja. Hann royndi seg á askyns vinnuligum frontum. Tað verið seg handli, fólka- og ferðafólkaflutningi, fiskaframleiðslu og fiskiskapi, sjálvt rækjufiskiskapi í Suðuramerika var hann við í. Ein framburðsmaður er farin.

Tann yngsti

Tann yngsti í ættarrøðini, vendi aftur til landspoltikkin. Jørgen Niclasen kom sum varamaður í løgtingið fyri Fólkaflokkin á fyrsta sinni í 1989. Tá var hann bert 20 ára gamal og sostatt tann yngsti, sum nakrantíð hevur sitið á tingi. Jørgen sat eisini sum varamaður í 1990, og frá 1991-1993. Í 1994 var hann umboðsvaldur og hevur sitið í løgtinginum síðan. Hann hevur í løgtinginum havt nógv álitisstørv, og í dag er hann m.a. formaður í tingbólki Fólkaflokksins. Landstýrismaður var Jørgen Niclasen frá 1998-2003, har hann umsat fiskivinnumál. Tey árini hann var landstýrismaður, var Martin Nielsen úr Vatnsoyrum stjóri í fyritøkuni.

Onkur sigur at politiskur áhugi kann arvast. Í hesi familjuni hava so øll ættarliðini verið politikarar.