Nógvir pólendingar verða bidnir um at koma til Svøríkis at arbeiða, men tá teir koma hagar, verða teir tvingaðir til at fremja innbrot. Tað skrivar blaðið Sydsvenskan.
Í seinastuni hevur blaðið kannað upplýsingar frá sakførarum, dómarum, ákæruvaldinum og løgregluni, og niðurstøðan hjá blaðnum er, at bara á Malmö-leiðini eru meiri enn hundrað dømi um, at pólendingar verða noyddir at arbeiða sum innbrotsmenn og tjóvar. Talan er snøgt sagt um eitt nýtt slag av mannahandli, skrivar Sydsvenskan.
Í síðstu viku vóru fimm dømi av hesum slagnum í Malmö. Sum skilst eru tað serliga fólk úr tí fátæka partinum av Pólandi, sum verða lumpað til Svøríkis við lyfti um arbeiði og bústað. Men sannleikin vísir seg skjótt at vera ein heilt annar.