- Lobbyisma er sum øll onnur ávirkan

Tíðindaredaksjónirnar eru altíð undir trýsti frá seráhugamálum, eisini frá teimum, sum loybbyistarnir royna at trýsta. Á tíðindadeildini í KvF er ongin serstøk lobbytilbúgving, tí tilgongdin er altíð kritisk, sama hvør keldan er.

- Jú sjálvandi royna lobbyistar eisini at fáa teirra søk fram í miðlunum, men tað gera í prinsippinum øll, sum venda sær til tíðindadeildina. Í so máta eru tey øll lobbyistar. Tað eru vit tilvitað um, og alt, sum kemur inn á redaksjónina, og allar áheitanir verða kritiskt viðgjørdar. Vit gera tað, sum vit altíð eiga at gera.
Tað sigur Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, KvF.
Hon heldur tó ikki, at lobbyistarnir, sum royna at ávirka politiska valdið her heima, eins miðvíst royna at ávirka tíðindaflutningin.
- Í øllum førum kunnu vit ikki tosa um eina harða kjarnu, sum vit kenna uttanlands, staðfestir hon.
Søgusnaring
Men tað kemur meira enn so fyri, at áhugabólkar brúka orku upp á miðlastrategiir og royna at fáa redaksjónirnar at snara tíðindunum soleiðis, sum áhugabólkurin vil hava tey at venda.
- Eitt dømi er, tá Fólkaheilsuráðið fyrr í ár lanseraði úrslitið av einari gallupp-kanning, tey høvdu latið gjørt um, hvussu nøgdir føroyingar eru við lívið. Tey royndu at fáa pressuna og almenningin annars at fokusera á nøkur ávís svar í kanningini, sum, um tey stóðu einsamøll, staðfestu, at føroyingar eru heimsins eydnuríkasta fólk, og at Føroyar eru besta landið í heiminum at búgva í. Men tá vit nærlósu kanningina, sást millum annað eisini, at vit føroyingar hava lítið álit á politisku skipanini, og at lutfalsliga nógv halda, at korrupsjón er púra vanlig her heima. Tað bleiv so okkara fokus, greiðir Liljan Weihe frá.
Pressan hevur skyldu at hava eina kritiska og eftirkannandi tilgongd til alt tilfar, eisini um tað snýr seg um humanar og vælgerandi felagsskapir. Og tað vissar tíðindaleiðarin um, at KvF hevur, sjálvt um tað kann tykjast langt millum kritisku spurningarnar til hesar felagsskapir, til dømis til LGBT.
- Jú, vit hava eisini havt kritisku brillurnar á nøsini viðvíkjandi LGBT. Tá tey gjørdu eina veljarakanning, sum vísti, at stórur meiriluti er fyri borgarligari vígslu av samkyndum í Føroyum, gjørdu vit av ikki at brúka hana. Ikki tí at vit hildu, at nakað var galið við henni, men tí vit ikki kundu garantera fyri trúvirðinum.
- Vit hava eisini víst onkrum søgum um vánaligu støðuna hjá einstøkum veikum bólkum frá okkum, tí tað ikki hevur borið til at finna nakran í hesum bólkunum, sum kundu staðið fram og vátta hesar støðulýsingar.
- Men annars er at siga, at ein óheft pressa per definisjón altíð kennir seg hava eina skyldu mótvegis veikum bólkum, og tí standa vit vanliga týðuligari í leiklutinum sum teirra advokatur heldur enn teirra ídnasti kritikari, sigur Liljan Weihe.

Drúgvur kritikkur
Tá hon ikki heldur teir tradisjonellu lobbyistarnar vera so ágangandi mótvegis Kringvarpinum, hvussu ber tað so til, at tíðindadeildin har javnt og samt fær skotið í skógvarnar, at hon rennir ørindi fyri politiska vinstraveingin?
- Eg veit ikki, men eitt boð er, at borgarligu flokkarnir hava sitið so leingi við stjórnarvaldinum. Pressan skal jú altíð vera á varðhaldi og hava eitt kritiskt eyga við valdinum, og tá teir hava sitið so leingi við tí, hevur kritsikt fokus eisini verið á teimum í eins langa tíð. Tað er púra náttúrligt, men summi fáa tað so til tað, at vit bara eru úti eftir borgarligu samgonguflokkunum og eru í parti við andstøðuni, sigur Liljan Weihe.