Eftir ætlan taka føroysku bankarnir NemID skipanina í nýtslu í summar, men ikki øll tykjast vera fegin um hetta.
Í vikuskiftinum varð nevniliga føroysk mótmælissíða stovnað á Facebook, har longu 1.200 fólk hava gjørt vart við sína misnøgd.
Eisini av løgtingsins røðarapalli, hava ivamál tikið seg upp hvørt NemID eisini er rætta loysnin fyri Føroyar.
Millum annað verður funnist at, at farið verður útum landoddarnar eftir KT loysnum, umframt, at persónsupplýsingar verða fluttar av landinum at umsita.
Sum skilst, so hevur Felagið Føroyskir Peningastovnar nú kallað umboð fyri politisku flokkarnar til fundar, at skifta um sjónarmið viðvíkjandi NemID.
Millum tey, sum hava verið á fundi, eru Høgni Hoydal og Kristina Háfoss, umboð fyri Tjóðveldi
Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldi, segði við Rás 2, at fundurin væl kann tulkast sum lobbyvirksemi.