Tað er nú greitt, at stóri altjóða flogverksmiðjan, Lockheed Martin, verður partur av rúmdarætlanunum í Hetlandi, sum Føroya Tele eisini er partur av.
Lockheed Martin hevur leingi samstarvað við Shetland Space Center (SSC) um ætlanirnar hjá SSC at byggja rúmdardepil og skotpall til fylgisveinar í Unst í Hetlandi. Lockheed Martin hevði kortini aðrar ætlanir um at byggja egnan skotpall í Sutherland í Skotlandi, men nú er avgerð tikin um, at Lockheed Martin flytir sínar ætlanir til SSC - og til Hetlands.
Hetta verður ein fongur fyri SSC og rúmdarætlanirnar í Hetlandi, sigur stjórin í SSC, Frank Strang, við Shetland News.
– Vit eru ovurfegin um at bjóða Nik Smith og Lockheed Martin toyminum til Unst, nú vit menna okkara rúmdardepil, sigur Frank Strang.
Shetland News skrivar, at Lockheed Martin hevur fingið eina játtan á 13,5 mió. pund til at menna ein skotpall í Sutherland, men at nú ætlanirnar er broyttar, og Lockheed Martin ístaðin fer at hugsavna seg um ætlanirnar hjá SSC í Hetlandi, hevur hetta nógv at siga fyri rúmdarætlanirnar har.
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fegnast eisini um avgerðina at flyta rúmdarvirksemið hjá Lockheed Martin til Hetlands. Á Twitter brúkaranum hjá 10 Downing Street stendur, at fleiri hundrað størv innan rúmdarferðslu verða skapt í Skotlandi við avgerðini.
Føroya Tele veitir netið
Føroya Tele veitir frammanundan gott fipursamband til Hetlands umvegis SHEFA kaðalin, og tað er í hesum sambandi, at Føroya Tele er vorðin partur av verkætlanini í Hetlandi.
Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, hevur áður greitt Sosialinum frá, at tað eru rættiliga fáar jarðstøðir, ið kunnu taka ímóti datu frá fylgisveinunum, ið SSC skal senda upp í loft, og tað hevur við sær, at har er nógv data, ið ikki kemur til jarðar aftur. Fylgisveinarnir hava avmarkað goymslupláss, og tí verður ritað út yvir gomlu datuna, so hvørt nýggja data kemur inn.
Tað er tí ætlanin, at Føroya Tele við sínum góða sambandi skal standa fyri arbeiðinum at taka niður datu frá fylgisveinunum, ið síðani kann seljast víðari.
Eisini er ætlanin at nýta fylgisveinar til at veita internetsamband øki, har lítið og einki internetsamband frammanundan, serliga í arktiska økinum.
Ætlanir hava eisini verið um at byggja eina jarðstøð í Føroyum.
- Tað er partur av verkætlanini, at eftirlitsmiðstøðin, sum skal stýra fylgisveinunum í rúmdini, kann vera í Føroyum, sum jú er rættiliga áhugavert, segði Jan Ziskasen við Sosialin í fjør.