Loddrøtt lygn

Tað er loddrøtt lygn, tá Sosialurin skrivar, at Heini O. Heinesen ikki fær blaðrúmd í Fregnum, sigur ábyrgdarblaðstjórin á blaðnum


 

Avsannan


Tað er loddrøtt lygn, sum stóð á forsíðuni á Sosialinum leygardagin, at Heini O. Heinesen ikki fær blaðrúmd í Fregnum, sigur Jonhard Mikkelsen, ábyrgdarblaðstjóri á Fregnum.

Heini O. Heinesen hevur ongantíð vent sær til blaðið við nøkrum tilfari, og blaðið hevur heldur ongantíð havt nakra samrøðu við hann. Bara tosað við hann um mál, hann veit nógv um, sigur ábyrgdarstjórin.

Um samrøðurnar, Heini O. Heinesen nevnir í Sosialinum, sigur blaðstjórin, at Fregnir alla ta tíð, blaðið er komið út, bert hevur tosað við Heina O. Heinesen tvær ferðir. Tað var við tí endamáli at fáa bakgrundsvitan um mál, sum Heini er væl inni í. Mett var ikki, at tað var nøkur grund til at endurgeva keldurnar í slíkum føri, sigur hann.

Fregnir koyrir ongan út ella hevur ikki skilt tilfar frá, sum sent er blaðnum, sigur ábyrgdarstjórin.

Jonhard Mikkelsen sigur, at Fregnir ongantíð hevur fingið nakað tilfar frá Heina O. Heinesen at seta í blaðið yvirhøvur. Tað er grundin til, at hann ikki hevur verið í blaðnum.

?At fryst tann garpin úti var tað seinasta, eg hevði gjørt, sigur Jonhard Mikkelsen í viðmerking við Sosialin.