Löfven roynir at finna semju

Misálitisuppskot hóttir svenska forsætisráðharran

Í morgin kann svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, verða feldur við einum misálitisuppskoti, sum tykist hava meiriluta aftanfyri seg. Orsøkin er eitt uppskot hjá stjórnini um at broyta ásetingina av húsleiguprísum, so at leigan ikki verður so neyvt regulerað.

 

Fýra flokkar – Svøríkisdemokratarnir, Moderatarnir, Vinstraflokkurin og Kristindemokratarnir – siga seg stuðla einum misáliti, um stjórnin ger álvara av sínari ætlan.

 

Nú roynir Stefan Löfven at finna eina semju um málið. Á tíðindafundi í dag hevur hann mælt til, at avvarðandi partar á leigumarknaðinum samráðast um eina nýggja skipan, og at politiski myndugleikin bindur seg til at fylgja uppskotinum, sum skal koma í seinasta lagi 1. september.

 

Ritzau skrivar, at misálitisuppskotið stendur framvegis á skránni í Ríkisdegnum í morgin kl. 9.00.