Løgdu á blaðungan drong í miðbýnum í Havn

Løgreglan hevur skuldsett nakrar ungar dreingir og fleiri verða kanska skuldsettir afturat

Út ímóti midnátt í gjárkvøldi varð ringt til løgregluna at boða frá, at ófriður hevði tikið seg upp í Steinatúni. Støðan vísti seg at vera tann, at fleiri blaðungir dreingir høvdu lagst á ein javnaldra. Løgreglan sigur, at drongurin, sum varð álopin, fekk í hvussu so er fleiri brestir í høvdið, tí tá ið hann fór á Landssjúkrahúsið til kanningar, varð staðfest, at hann hevði heilaskjálvta, umframt at hann hevði aðrar snuddir eisini.

 

Hann varð tó útskrivaður aftur. Løgreglan sigur, at tey vita ikki, hvat býr undir álopinum, men higartil hava tey talt seg fram til, at tað vóru níggju ungir dreingir, um 15-16 ára aldur, sum vóru við í álopinum. Løgreglan hevur havt fatur á nøkrum av teimum og teir eru avhoyrdir og skuldsettir. Men kanska verða fleiri skuldsettir, siga tey.

 

Løgreglan sigur, at tá ið talan er um so ung fólk, verður barnaverndin eisini fráboðað.

 

Annars var heil fitt av fólki í býnum í nátt og nógv av teimum vóru drukkin. Løgreglan sigur, at fleiri ferðir hendi tað, at fólk komu til ilnar og so mátti løgreglan upp í at skilja sundur, og at reka fólk í hvør sína ætt.

 

Men ein maður var so ólátaður, at tað flættaðist ikki við hann. Hann vildi ikki siga, hvussu hann æt og sostatt varð hann tikin við á støðina. Og har hevur hann sitið til nú í morgun, tá ið hann loksins vildi út við navninum, So varð hann leyslatin aftur, men tað var við eini bót fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar.