Løgdu eitt øgiligt trýst á løgmann

Kári P. Højgaard helt seg mest á síni egnu skrivstovu ímeðan onnur samráddust um tiltiknu milliónina, CIP fekk úr landskassanum

Kári P. Højgaard var ikki við í samráðingunum um tað umstríddu milliónina, CIP skuldi hava í endurgjaldi, misti felagið rættin at gera Eysturoyartunnilin.

Tað staðfesti hann fyri kanningarleiðaranum, Hans Gammeltoft Hansen, tá ið hann var til avhoyringar í dag, nú leikluturin hjá honum og løgmanni í sambandi við Eysturoyartunnilin, skal greinast út í æsir.

Les eisini: Kári leggur eftir Landsverki

Kári P. Højgaard sigur, at fáar dagar fyri, at ætlanin var at undirskriva avtaluna við CIP, gjørdi løgmaður greitt, at avtalan kundi ikki undirskrivast, tí politisk undirtøka var ikki fyri tí, og at málið mátti aftur í Løgtingið.

Kári P. Højgaard sigur, at eftir tað var hann mestsum áskoðari og at tað nú var løgmaður, sum fult og heilt hevði yvirtikið málið.

Les eisini: Tað var ein myrkur dagur

Tí var tað eisini løgmaður sum mátti greiða CIP frá, hví avtalan ikki kundi undirskrivast.

Eftir hetta kom so tað afturat upp í málið, at  misti CIP verkætlanina á stokkinum, skuldi felagið hava eitt ávíst endurgjald.

Kári P. Højgaard sigur, at hann var ikki við í hesum samráðingunum.

- Eg helt meg mest á míni egnu skrivstovu ímeðan samráðingarnar vóru, sigur hann.

Les eisini: Fingu kaldar føtur

Men tá ið samráðingarnar vóru lidnar, vórðu boð send eftir honum og tá gjøgnumgekk hann avtaluna saman við embætisfólki, og skrivaði undir.

Hann skrivaði undir, tí hann var landsstýrismaður á økinum, hóast løgmaður hevði tikið málið úr hondunum á honum.

- Sjálvandi hevði eg yvirskipaðu ábyrgdina, hóast eg var undir umsiting, segði Kári P. Højgaard.

Men hann endurtók, at hann var ikki við í samráðingunum og hann skilti, at CIP hevði lagt eitt øgiligt trýst á løgmann fyri at fáa hann at skriva undir, men tað vildi hann ikki.

Tað var týðiligt, at CIP setti tumlaskúvurnar á løgmann, tí nógv, sum semja varð um í hesum samráðingunum, stóð ikki í teirri upprunaligu avtaluni, vit høvdu samráðst okkum fram til, sigur Kári P. Højgaard

Les eisini: Tað var eingin ivi

Hann sigur, at hann hevur lisið tað, Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í innlendismálaráðnum, greiddi frá og hann sigur, at tað fór fram, akkurát soleiðis, sum Rúni Joensen hevur greitt frá.  

Kári P. Højgaard sigur, at tey í CIP høvdu tikið teimum tað illa upp at avtalan ikki varð skrivað undir sum ætlað, men skuldi aftur leggjast fyri Løgtingið og tí høvdu teir kravt eitt endurgjald, skuldi tað hent, at teir mistu verkætlanina.