Løgmaður: Allir flokkar samdir um størri heimildir

Løgmaður er eftir fund við politisku flokkarnar fyrr í ár av teirri fatan, at allir eru samdir um, at verandi støða ikki kann halda fram

Tað sigur hann í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi, sum spurdi um málið. Hon spurdi soleiðis:

1.    Hvussu gongur við arbeiðinum viðvíkjandi ríkisrættarligu støðu Føroya? 

2.    Væntar løgmaður, at ein niðurstøða fæst áðrenn ríkisfundin, sum verður í summar? 

Í svarinum sigur løgmaður, at hann tíðliga í ár hevði tveir fundir við floksforfólkini í øllum flokkum á tingi um ríkisrættarligu støðuna.

– Yvirskipað er tað mín greiða fatan eftir hesar fundir, at allir flokkar eru samdir um, at verandi støða ikki kann halda fram óbroytt, og at stóra avbjóðingin er, at Føroyar tørva størri uttanríkispolitiskar heimildir, sigur hann.

– Hesum arbeiði eg víðari við. Tað er somuleiðis mín fatan, at flestu flokkar ynskja eina skipan, sum gevur Føroyum uttanríkispolitiskar heimildir, og sum byggir á samstarv millum javnbjóðis lond í einum felagsskapi, sigur hann.

Á ríkisfundinum, sum verður í Føroyum í næstu viku, fer løgmaður yvirskipað at greiða frá støðuni hjá Føroyum.

– Men ætlanin er ikki at leggja nakað ítøkiligt uppskot fram, sigur løgmaður.

– Eg haldi, tað er rætt at hava virðing fyri, at Danmark og Grønland nærum hava verið í uttanríkispolitiskari undantaksstøðu seinasta hálva árið. Tað, sum hevur týdning, er, at arbeiðið verður gjørt rætt og væl, og í so breiðari semju sum møguligt. Bæði innanhýsis í Føroyum, og millum Føroyar og Danmark, sigur Aksel V. Johannesen í svari til Anniku Olsen.