Løgmaður etur døgurða saman við kongi í kvøld

Fríðrikur X kongur hevur boðið trimum fólkum við maka heim til sín privat til døgurða í kvøld – ein teirra er Aksel V. Johannesen, løgmaður

Í kvøld hava nýggju kongshjúnini boðið teimum trimum fremstu fólkunum í teimum trimum londunum í kongaríkinum til ein privatan døgurða heima hjá teimum í Frederik VIII's Palæ á Amalienborg.

 

Einki er komið alment fram um hendan døgurðan, tí talan er um ein privatan døgurða, sum kongshjúnini hava boðið Mette Frederiksen, forsætisráðfrú við manninum Bo Tengberg, Aksel V. Johanensen, løgmanni, og konuni Katrin Apol, og Méte B. Egede, landsstýrisformanni og konuni Sara Biilmann Egede.

 

Tá ið Fríðrikur X varð tilnevndur kongur sunnudagin, vórðu løgmaður og landsstýrisformaðurin í Grønlandi eisini bodnir við millum tey heilt fáu, sum vóru við til hátíðarhaldi á Christiansborg beint eftir fundin í Statsráðnum, har Margreta drotning legði frá sær.

 

Okkurt bendir á, at danska stjórnin hjá Mette Frederiksen hevur lagt stóran dent á at hava Føroyar og Grønland við, tá stórar avgerðir verða tiknar og tá stórar hendingar eru í  Danmark, so sum trónuskiftið seinasta sunnudag. Okkurt bendir eisini á, at kongshúsið ger tað sama, tá kongur soleiðis bjóðar teimum trimum stjórnarleiðarunum í ríkinum heim til sín privat til døgurða – fimta dagin hann er kongur í Kongaríkinum Danmark.

 

Hóast vit ikki hava fingið tað váttað, at tey trý pørini eru boðin til døgurða, so veit in.fo fyri heilt víst, at tey í hesi løtu eru í Frederik VIII's Palæ á Amalienborg, har tey eta døgurða, sum tey vórðu boðin til klokkan 19 danska tíð.

 

Sosialurin kunngjørdi síðsta fríggjadag eina veljarakanning, sum vísti, at føroyingur í stóran mun stuðla kongi – og beinleiðis spurd svaraðu 70 prosent av teimum spurndur, at tey fata Fríðrik X sum sín kong.