Løgmaður fyri Gammeltoft-Hansen

Kl 10.30 møtti Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður í Føroya rætti, at verða avhoyrdur av Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóra.

Kl 10.30 møtti Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður í Føroya rætti, at verða avhoyrdur av Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóra. 

 

Í gjár var Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, til avhoyr, og hann gjørdi greitt, at tað var Kaj Leo Holm Johannesen, ið stýrdi málinum seinastu tíðina, frá tí degnum, at løgmaður avgjørdi, at málið skuldi leggjast fyri tingið aftur, inntil løgmaður loysti Kára P. Højgaard úr starvi fyrst í septembur í fjør.

 

Kári P. Højgaard segði, at hann fyri tað mesta var áskoðari í tilgongdini, og ikki tók lut í samráðingunum um umstríddu CIP-milliónina. Hesar samráðingar førdi løgmaður einsamallur, seði Kári P. Højgaard í rættinum í gjár.

 

Í dag er tað so Kaj Leo Holm Johannesen, ið skal greiða frá sínum leikluti í samband við málið um byggingina av Skálafjarðartunlinum.

 

Les eisini Løgdu eitt øgiligt trýst á løgmann