- Sjálvandi er tað rætt, sum Rúni Joensen sigur. Løgmaður yvirtók føraratroyggjuna í Skálafjarðartunnilsmálinum, og tað var hann, sum gjørdi avtaluna við CIP, sigur Kári P. Højgaard, fyrrverandi innlendismálaráðharri.
Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, var í dag avhoyrdur av kanningarstjóranum Hans Gammeltoft Hansen. Hann segði millum annað, at tað í veruleikanum var løgmaður, sum gjørdi avtaluna um break fee við CIP, hóast Kári P. Højgaard skrivaði undir.
Løgmaður sigur aðrastaðni á in.fo, at hann als ikki minnist fundin á tann hátt, og at hann ikki heldur, at hann gjørdi avtaluna. Men nú talar Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, at.
Hann sigur í dag, at tað er púra rætt, sum Rúni Joensen sigur. Kári P. Højgaard var eisini á fundinum í Tinganesi, tá ið CIP og løgmaður - sambært Rúna Joensen - gjørdi avtaluna um milliónina tann 27. juni.
Kári P. Højgaard ynskti ikki at koyra málið aftur í Løgtingið, men hetta tók løgmaður kortini avgerð um tann 24. juni í 2013.
- Eftir tað varð avgjørt, at málið skuldi í tingið, tók løgmaður føraratroyggjuna, og hann stýrdi øllum tí, sum fór fram eftir 24. juni, sigur Kári P. Højgaard.
Hann sigur, at hann formliga enn skuldi góðkenna break fee avtaluna, men hann gjørdi hetta einans, tí løgmaður hevði samráðst seg fram til júst eina millión.
- Kaj Leo Holm Johannesen koyrdi málið fult og heilt, og tað er eingin ivi um, at hann gjørdi hasa avtaluna við CIP, sigur Kári P. Højgaard.